Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 99
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 HARRIN hevur víst, at Hann er kongur, fólkini skelva; Hann situr uppi yvir kerúbunum, jørðin piprar.
2 Stórur er HARRIN í Zion, høgur er Hann yvir øllum fólkasløgum.
3 Tey skulu prísa navni Tínum, hinum stóra og øgiliga; heilagur er Hann.
4 Og í styrki Síni elskar kongurin tað, ið rætt er; Tú hevur grundfest rættvísi, Tú hevur gjørt rætt og rættferð í Jákupi.
5 Hálovið HARRANUM Gudi okkara, og kastið tykkum niður fyri fótaskamli Hansara - heilagur er Hann!
6 Móses og Áron vóru millum prestar Hansara, og Sámuel millum teir, ið ákallaðu navn Hansara; teir róptu til HARRAN, og Hann svaraði teimum.
7 Í skýstólpanum talaði Hann við teir; teir hildu vitnisburð Hansara og lógina, ið Hann gav teimum.
8 HARRI Gud okkara! Tú svaraði teimum; Tú vart teimum Gud, sum fyrigavst teimum, men eisini hevnari yvir gerðir teirra.
9 - Hálovið HARRANUM Gudi okkara, og kastið tykkum niður fyri heilaga fjalli Hansara! Tí heilagur er HARRIN Gud okkara.