Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 30
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Sálmur. Songur. Táið húsið varð vígt. Eftir Dávid.
2 HARRI, eg geri Teg stóran, tí Tú bjargaði mær, lætst ei fíggindar mínar gleðast uppi yvir mær!
3 HARRI Gud mín, eg rópti til Tín, og Tú grøddi meg!
4 HARRI, Tú hevur drigið sál mína upp úr deyðaríkinum, Tú hevur vakt meg upp til lív, frá teimum, sum fara niður í grøvina!
5 Lovsyngið HARRANUM, tit heiløgu Hansara, og prísið heilaga navni Hansara!
6 Tí løtu varir vreiði Hansara, men alt lívið náði Hansara; um kvøldið kemur grátur at gista, men um morgunin er gleðisongur.
7 Men eg segði, táið mær gekst væl: "Eg vikist ikki allar ævir!"
8 HARRI, í náði hevði Tú grundfest fjall mítt - Tú fjaldi ásjón Tína, tá fall ræðsla á meg!
9 Til Tín, HARRI, rópti eg, og eyðmjúkt bað eg til HARRAN:
10 "Hvønn vinning hevur Tú av blóði mínum, av, at eg søkki í grøvina! Man dustið fara at prísa Tær, fer tað at kunngera trúfesti Tína!
11 HARRI, hoyr og ver mær náðigur, HARRI, ver hjálpari mín!"
12 - Og Tú umskifti sorg mína í dans, lætst meg úr syrgibúnanum og gyrdi meg við gleði,
13 fyri at æra mín skal lovsyngja Tær og ikki tagna. - HARRI Gud mín, eg skal takka Tær í allar ævir!