Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 142
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Songur. Eftir Dávid. Táið hann var í hellinum. Bøn.
2 Við rødd míni rópi eg til HARRAN, við rødd míni biði eg bønliga til HARRAN.
3 Eg helli út sorg mína fyri ásjón Hansara, eg sigi Honum frá neyð míni.
4 Táið andin ørmaktast í mær, kennir tó Tú leið mína; á vegnum, ið eg skal ganga, hava teir lagt snerrur fyri meg.
5 Hygg til høgru og síggj! Ikki ein er, sum kennist við meg, einki skjól er mær eftir; ikki ein er, sum spyr eftir sál míni.
6 Eg rópi til Tín, HARRI; eg sigi: Tú ert skjól mítt, lutur mín í landi teirra, sum liva!
7 Akta eftir rópi mínum, tí eg eri í stórum hjálparloysi! Bjarga mær frá teimum, ið liggja eftir mær, tí teir eru mær ov sterkir!
8 Leið sál mína út úr fangahúsinum, so eg fái lovað navni Tínum! Hini rættvísu skulu savna seg rundan um meg, táið Tú gert væl við meg.