Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 55
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Songur. Eftir Dávid.
2 Gud, lurta eftir bøn míni, fjal Teg ikki fyri hjartans bønum mínum!
3 Vend Tær til mín og svara mær! Sorgarfullu hugsanir mínar fara higar og hagar, og eg rópi
4 undan rødd fíggindans, undan hinum gudleysa, ið kúgar meg; tí teir bólta vanlukku oman yvir meg, søkja at mær í vreiði.
5 Hjartað skelvur í brósti mínum, og deyðaræðslur eru falnar á meg.
6 Ótti og angist koma á meg, og ræðsla leggur seg oman yvir meg.
7 Og eg sigi: Eg vildi, at eg hevði veingir sum dúvan - so skuldi eg flogið burtur og søkt mær bústað,
8 ja, eg skuldi flýtt langt burtur, eg skuldi funnið mær herbergi í oyðimørkini! - Sela.
9 Eg skuldi skundað mær at leitað mær skjól fyri storminum og harðveðrinum!
10 - Gloyp teimum, HARRI, blanda tungumál teirra! Tí kúgan og ófrið síggi eg í staðnum.
11 Dag og nátt ganga teir rundan um hann á múrunum; óndskapur og vanlukka ráða har inni.
12 Ja, oyðing ræður har inni, yvirgangsverk og svik víkja ikki av torgum hansara.
13 Tí ikki er tað fíggindi, ið háðar meg - tað kundi eg borið; ikki er tað óvinur mín, ið ger seg stóran móti mær - honum kundi eg krógvað meg fyri;
14 nei, tað er tú, tú, ið vart javnlíki mín, vinur og kunningur mín,
15 tú, ið livdi saman við mær í søtari samveru, gekst saman við mær til hús Guds í hinum glaða hátíðarskara.
16 Lat deyðan ráma teir! Lat teir fara livandi niður í deyðaríkið! Tí óndskapur ræður í bústaði teirra, í hjarta teirra.
17 Men eg rópi til Gud - HARRIN skal frelsa meg!
18 Kvøld, morgun og middag skal eg rópa og suffa, og Hann skal hoyra rødd mína;
19 Hann endurloysir sál mína og gevur henni frið, so teir fáa ikki komið mær nær - tí mangir eru teir ímóti mær!
20 Gud, sum frá forðum situr í hásæti, Hann skal hoyra og svara teimum - sela - teimum, ið ikki vilja verða øðrvísi, og sum ikki óttast Gud.
21 Hann leggur hond á vinir, brýtur sáttmála sín.
22 Hálari enn smør eru orðini av munni hansara, men hugur til stríð fyllir hjarta hansara; orð hansara eru mjúkari enn olja, og tó eru tey drigin svørð.
23 Kasta byrði tína á HARRAN! Hann skal halda tær uppi, Hann skal ikki í allar ævir lata hin rættvísa vikast.
24 Og Tú, Gud, skalt stoyta teimum niður í hina djúpu grøv; blóðdálkaðir, svikafullir menn skulu ikki náa hálvan aldur! - Men eg, eg líti á Teg!