Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 49
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Sálmur.
2 Hoyrið hetta, øll fólkasløg, lurtið eftir, øll tit, sum í heiminum búgva,
3 bæði høg og lág, bæði rík og fátæk!
4 Muður mín skal tala vísdóm; tað, ið hjarta mítt upphugsar, er vit;
5 eg boyggi oyrað til fyrndarorð, við streingjaleiki seti eg fram gátutalu mína.
6 Hví skal eg óttast á óndum døgum, táið óndskapur teirra, ið liggja eftir mær, er rundan um meg -
7 teirra, ið líta á góðs sítt, rósa sær av stóra ríkidømi sínum!
8 Maður kann ikki keypa bróður sín leysan, hann kann ikki geva Gudi loysigjald fyri hann -
9 nei, gjaldið fyri sál hansara er ov høgt, tað má hann til ævigar tíðir lata vera
10 - so hann skuldi hildið áfram at livað í allar ævir og aldri fingið grøvina at sæð.
11 Jú, hann fær hana at síggja! Hinir vísu doyggja, dárin og býttlingurin fara burt eins og teir og lata góðs sítt eftir til onnur;
12 teir hugsa, at hús teirra skulu verða standandi til ævigar tíðir, bústaðir teirra mann eftir mann - teir kalla jørð sína eftir nøvnum sínum!
13 Og tó verður menniskjað í dýrd ikki standandi; hann er líkur dýrunum, ið ganga til grundar.
14 So gongst teimum, ið eru fullir av áliti á sær sjálvum - og aftan á teir koma tey, ið halda gott um tos teirra! - Sela.
15 Sum seyður verða teir riknir niður í deyðaríkið, deyðin skal vera hirði teirra; hini sannhjartaðu skulu traðka teir niður, táið lýsir av degi; deyðaríkið ger enda á skepnu teirra, so teir ongan bústað hava longur.
16 Men sál mína skal Gud loysa av hond deyðaríkisins, tí Hann skal taka meg til Sín! - Sela.
17 Óttast ikki, táið maður verður ríkur, táið hús hansara kemur til mikla dýrd!
18 Tí einki hevur hann við sær, táið hann doyr, dýrd hansara fer ikki niður aftan á honum.
19 Um hann so signar sál sína, meðan hann livir, og tey prísa tær, tí tú gert tær til góða,
20 so skalt tú tó fara til ætt fedra tína, tey, sum í allar ævir ikki fáa ljósið at síggja.
21 - Menniskjað, ið verður nógv heiðrað, men einki vit hevur, er líkt dýrunum, ið ganga til grundar.