Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 81
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir gittit. Eftir Asaf.
2 Fegnist fyri Gudi, styrki okkara, latið hoyrast gleðiróp fyri Gudi Jákups!
3 Byrjið song, og latið trummuna ljóða, hin vakra sitaran saman við hørpuni!
4 Blásið í horn sólkomudagin, og táið fullmáni er, hátíðardag okkara!
5 Tí tað er Ísrael lóg, Gudi Jákups rættur.
6 Tað setti Hann til vitnisburð í Jósefi, táið hann fór út av Egyptalandi. - Eg hoyrdi talu, ið var mær nýggj:
7 "Eg lyfti byrðina av herðum hansara, og hendur hansara sluppu frá at bera kurvina.
8 Í neyðini rópti tú, og Eg frelsti teg; Eg svaraði tær, fjaldur í toruskýnum, Eg royndi teg við Meribavøtn." - Sela.
9 "Hoyr, fólk Mítt, Eg skal vitna fyri tær! Ísrael, hevði tú viljað lurtað eftir Mær!
10 Fremmandur gudur má ikki finnast hjá tær, tú mást ikki tilbiðja gud útlendingsins.
11 Eg eri HARRIN Gud tín, sum leiddi teg út av Egyptalandi; lat munnin vítt upp, so Eg fái fylt hann!
12 - Men fólk Mítt vildi ikki hoyra rødd Mína, Ísrael vildi ikki akta Meg.
13 So læt Eg tey fara við harða hjarta teirra, tey sluppu at ganga eftir egnum ráðum.
14 - Á, hevði fólk Mítt viljað lurtað eftir Mær, hevði Ísrael viljað gingið á leiðum Mínum!
15 Skjótt skuldi Eg tá eyðmýkt fíggindar teirra og vent hond Míni móti óvinum teirra.
16 Tey, ið hata HARRAN, skuldu lifrað fyri teimum, og tíð teirra skuldi vart ævigt.
17 Eg skuldi føtt tey við bestu hveiti, mettað tey við hunangi úr klettinum."