Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 96
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Syngið HARRANUM nýggjan song! Syng fyri HARRANUM, øll jørðin!
2 Syngið fyri HARRANUM og lovið navni Hansara, kunngerið dag eftir dag frelsu Hansara!
3 Sigið millum fólkini frá heiðuri Hansara, millum øll fólkasløg frá undrum Hansara!
4 Tí HARRIN er stórur og hálovaður; øgiligur er Hann yvir øllum gudum.
5 Tí allir gudar tjóðanna eru einki, men HARRIN er tann, ið hevur gjørt himmalin.
6 Stórleiki og dýrd eru fyri ásjón Hansara, styrki og prýði eru í halgidómi Hansara.
7 Gevið HARRANUM, tit fólkaættir, gevið HARRANUM heiður og prís!
8 Gevið HARRANUM heiður navns Hansara, berið fram gávur og komið í forgarðar Hansara!
9 Tilbiðið HARRAN í heiløgum prýði! Skelv fyri ásjón Hansara, øll jørðin!
10 Sigið millum fólkasløgini: "HARRIN hevur víst, at Hann er kongur; tí stendur jarðarríki fast, tað vikast ikki; við rættvísi dømir Hann fólkini."
11 Himmalin gleðist, jørðin fegnist! Havið brúsi, og alt, sum í tí er!
12 Markin frøi seg, og alt, ið henni er á! Tá rópa tey av gleði, øll trø í skóginum
13 - fyri ásjón HARRANS; tí Hann kemur, Hann kemur at døma jørðina; Hann dømir jørðina við rættvísi og fólkini í trúfesti Síni.