Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 17
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Bøn. Eftir Dávid. HARRI, hoyr rættvíst málevni, lurta eftir sorgarrópi mínum, læn bøn míni oyra - hon kemur ikki av følskum vørrum!
2 Lat rætt mín koma frá ásjón Tíni, lat eygu Tíni skoða tað, ið rætt er!
3 Tú hevur roynt hjarta mítt, vitjað tað um náttina, Tú hevur rannsakað meg - Tú fanst einki; muður mín víkur ikki frá tonkum mínum!
4 Hvat so menniskjuni gera, havi eg, eftir orði varra Tína, varðað meg fyri leið yvirgangsmansins.
5 Stig míni hildu fast við fótaspor Tíni, føtur mínir óku ikki.
6 So rópi eg nú til Tín, tí Tú, Gud, skalt svara mær! Boygg oyrað til mín, hoyr orð míni!
7 Vís undurfullu náði Tína, Tú, sum við høgru hond Tíni frelsir tey, ið søkja sær skjól hjá Tær, frá fíggindum teirra!
8 Varðveit meg sum eygnastein Tín, fjal meg í veingjaskugga Tínum
9 - fyri hinum gudleysu, ið ætla at oyða meg, glúpsku fíggindum mínum, ið kringseta meg!
10 Teir steingja hjarta sítt við fiti, við munninum tala teir stór orð.
11 Nú eru teir rundan um meg, hvar vit so fara; teir miða eftir mær fyri at fella meg til jarðar;
12 ja, hesin er líkur leyvu, ið stundar eftir at skræða sundur, ungari leyvu, ið liggur og lúrir!
13 Reis Teg, HARRI, far ímóti honum, slá hann til jarðar, bjarga við svørði Tínum sál míni frá hinum gudleysa,
14 frá menniskjunum, HARRI, við hond Tíni, frá menniskjum heimsins, sum hava lut sín í lívinum, og hvørja búk Tú fyllir við skattum Tínum, sum hava nógvar synir og lata yvirflóð sína eftir til børnini!
15 - Men eg skal í rættvísi skoða ásjón Tína; eg skal, táið eg vakni, mettast av at síggja Teg!