1 | Songur. Sálmur. Eftir Dávid. |
|
2 | Hjarta mítt er støðugt, Gud, eg skal syngja og lova, ja, tað skal æra mín! |
|
3 | Vaknið, harpa og sitari, eg skal vekja morgunroðan! |
|
4 | Eg skal takka Tær, HARRI, millum fólkini, lovsyngja Tær millum fólkasløg; |
|
5 | tí náði Tín røkkur líka upp til himmals, trúfesti Tín líka upp í skýggini. |
|
6 | Gud, vís Teg høgan yvir himli, og dýrd Tín breiðist yvir alla jørðina! |
|
7 | Fyri at tey, ið Tú elskar, kunnu verða frelst, so hjálp við høgru hond Tíni og bønhoyr okkum! |
|
8 | Gud hevur talað í halgidómi Sínum; eg skal gleðast; eg skal skifta Sikem, eg skal mála upp Sukkotsdal; |
|
9 | mær hoyrir Gilead til, mær hoyrir Manasse til; Efra’im er høvdi mínum verja, Juda er veldisstavur mín; |
|
10 | Móab er vaskifat mítt, á Edom kasti eg skógv mín, um Filistaraland fegnist eg. |
|
11 | Hvør leiðir meg til hin fasta stað, hvør flytur meg til Edom! |
|
12 | Man tað ikki vera Tú, Gud, Tú, sum koyrdi okkum frá Tær og fórt ikki út við herum okkara, Gud! |
|
13 | Lat okkum fáa hjálp móti fíggindanum, tí tóm er menniskjahjálp! |
|
14 | Við Gudi skulu vit gera stórverk, Hann skal traðka niður fíggindar okkara. |
|
|