Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 60
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir sjusjan edut. Songur. Eftir Dávid. Til at læra.
2 Ta ferðina hann bardist við Áram-Naharajim og Áram-Zoba, og Jóab kom aftur og vann sigur á Edomitum í Saltdali, 12 000 monnum.
3 Gud! Tú hevur koyrt okkum frá Tær, Tú hevur brotið okkum sundur, Tú vart illur - vend Tær aftur til okkara!
4 Tú hevur rist jørðina, fingið hana at rivna; grøð nú brestir hennara, tí hon riðar!
5 Tað er hart, ið Tú hevur latið fólk Títt síggja, Tú skonkti okkum vín, so vit sløðraðu.
6 Men teimum, ið óttast Teg, hevur Tú givið hermerki, sum tey kunnu flýggja til undan boganum. - Sela.
7 Fyri at tey, ið Tú elskar, kunnu verða frelst, so hjálp nú við høgru hond Tíni og bønhoyr okkum!
8 Gud hevur talað í halgidómi Sínum; eg skal gleðast; eg skal skifta Sikem, mála upp Sukkotsdal.
9 Mær hoyrir Gilead til, mær hoyrir Manasse til; Efraim er høvdi mínum verja, Juda er veldisstavur mín;
10 Móab er vaskifat mítt, á Edom kasti eg skógv mín, rópa hart av gleði um meg, Filistaraland!
11 Hvør leiðir meg til hin fasta stað, hvør flytur meg til Edom!
12 Man tað ikki vera Tú, Gud, Tú, sum koyrdi okkum frá Tær og fórt ikki út við herum okkara, Gud!
13 Lat okkum fáa hjálp móti fíggindanum, tí tóm er menniskjahjálp!
14 Við Gudi skulu vit gera stórverk, Hann skal traðka niður fíggindar okkara.