Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 68
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur. Songur.
2 Gud reisist; fíggindar Hansara spjaðast sundur, og teir, ið hata Hann, flýggja fyri ásjón Hansara.
3 Sum roykur rekur burtur, rekur Tú teir burtur; sum vaks bráðnar í eldi, ganga hini gudleysu til grundar fyri ásjón Guds.
4 Og hini rættvísu eru glað, tey frøa seg fyri ásjón Guds og rópa av gleði.
5 Syngið fyri Gudi, lovsyngið navni Hansara, gerið veg fyri Honum, sum fer fram í oyðimørkunum - HARRIN er navn Hansara - og fegnist fyri ásjón Hansara!
6 Faðir faðirleysra og verji einkjanna er Gud í heilaga bústaði Sínum.
7 Gud gevur hinum einsligu hús, leiðir fangar út til lukku; men tey, sum ólýðin eru, búgva í turrum landi.
8 Gud! Táið Tú fórt út, á odda hjá fólki Tínum, táið Tú gekst fram í oyðimørkini - sela -
9 tá skalv jørðin, og himlarnir dryppaðu fyri ásjón Guds, ja, Sinai skalv fyri ásjón Guds, Guds Ísraels.
10 Regn í streymum lætst Tú falla, Gud; arvalut Tín, sum máttleysur var, styrkti Tú!
11 Fólk Títt búsettist í landinum; í góðsku Tíni gjørdi Tú hinum arma tað til, Gud!
12 HARRIN gevur sigurssong; stórur er skarin av kvinnum við gleðiboðskapi.
13 Kongar yvir herum flýggja, teir flýggja; og hon, ið heima við hús situr, skiftir sundur herfong.
14 Táið tit liggja millum fæstikini, er tað sum silvurlagdir dúvuveingir og veingjafjaðrar við grønligum gullglansi.
15 Táið hin Alvaldi spjaðir kongar har, er tað, sum tað kavar á Zalmon.
16 Gudsfjall er Basansfjall, fjall við nógvum tindum er Basansfjall.
17 Tit fjøll við nógvum tindum, hví hyggja tit við øvund á fjallið, ið Gud hevur útvalt Sær til bústað! HARRIN skal eisini búgva har í allar ævir!
18 Vagnar Guds eru í tíggjutúsundtali, túsund og aftur túsund; Harrin er ímillum teirra, Sinai er í halgidóminum.
19 Tú fórt upp á hæddina, leiddi burtur fangar, tókst gávur millum menniskjuni, eisini millum teirra, sum ólýðin eru, so Tú kundi búgva har, HARRI Gud!
20 Lovaður veri HARRIN dag eftir dag! Verða byrðar lagdar á okkum, er Gud frelsa okkara. - Sela.
21 Gud er okkum Gud til frelsu, og hjá Harranum HARRANUM eru útvegir úr deyðanum.
22 Ja, Gud sorar høvd fígginda Sína, hviril hansara, sum gongur í syndaskyld síni.
23 HARRIN sigur: "Eg taki tey heimaftur úr Basan, úr djúpi havsins taki Eg tey heimaftur,
24 so fótur tín kann vaða í blóði, tungurnar í hundum tínum fáa part í fíggindunum."
25 Tey síggja sigursferð Tína, Gud, sigursferð Guds míns, kongs míns, inn í halgidómin.
26 Undan ganga sangarar, eftir koma hørpuspælarar, mitt ímillum ungar gentur, ið sláa trummu.
27 - Lovið Gudi í samkomunum, lovið Harranum, tit, ið eru av keldu Ísraels!
28 - Har er Benjamin, hin yngsti - sum er harri teirra - høvdingar Juda við skara sínum, høvdingar Zebulons, høvdingar Naftali.
29 Gud tín hevur givið tær styrki; styrk tað, ið Tú gjørdi fyri okkum, Gud!
30 Tempul Títt í Jerúsalem skal fáa kongar at koma við gávum til Tín.
31 Hótt at dýrinum í sevinum, at tarvaflokkinum við kálvunum - fólkunum - so tey eyðmjúkt kasta seg niður fyri Tær við silvurstykkjum! - Hann spjaðir fólkini, ið hava hug til stríð.
32 Veldigir skulu koma úr Egyptalandi, Etiopia skal skunda sær higar til Gud við gávum í hondunum.
33 Tit ríki á jørðini, syngið fyri Gudi, lovsyngið HARRANUM - sela -
34 Honum, sum fer fram í Himlum Himla, hinum eldgomlu! Ja, Hann letur ljóða rødd Sína, veldiga rødd.
35 Gevið Gudi mátt! Yvir Ísrael er dýrd Hansara, og máttur Hansara er í skýggjunum.
36 Øgiligur ert Tú, Gud, í halgidómum Tínum! Gud Ísraels, Hann gevur fólkinum mátt og megi. Lovaður veri Gud!