Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 98
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Syngið HARRANUM nýggjan song! Tí Hann hevur gjørt undur, Hann hevur vunnið sigur við høgru hond Síni og heilaga armi Sínum.
2 Frelsu Sína hevur HARRIN gjørt kenda, rættferð Sína hevur Hann opinberað fyri eygum fólkanna.
3 Hann mintist náði Sína og trúfesti Sína móti húsi Ísraels; allir endar jarðarinnar hava sæð frelsu Guds okkara.
4 Rópa av frøi fyri HARRANUM, øll jørðin, hevja gleðiróp og lovsong,
5 lovsyng HARRANUM við sitara, við sitara og lovsongsljóði,
6 við lúðrum og hornblástri - rópið av frøi fyri konginum, HARRANUM!
7 Havið brúsi, og alt, sum í tí er, jarðarríki og tey, sum har búgva,
8 streymarnir klappi saman hendur, fjøllini rópi av gleði øll somul
9 - fyri ásjón HARRANS! Tí Hann kemur; Hann kemur at døma jørðina; Hann dømir jørðina við rættvísi og fólkasløg við rætti.