1 | Eftir Dávid. Ilskast ikki um hini óndu, øvunda ikki tey, sum gera órætt! |
|
2 | Tí brádliga verða tey skorin av, sum grasið; og sum grønar urtir følna tey. |
|
3 | Lít á HARRAN og ger tað, ið gott er, verð verandi í landinum og legg teg eftir trúskapi! |
|
4 | Og gleð teg í HARRANUM - so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir! |
|
5 | Gev HARRANUM veg tín í hond, lít á Hann! Hann skal gera tað! |
|
6 | Hann skal lata rættvísi tína koma fram sum ljósið, rætt tín sum middagsljósið. |
|
7 | Ver stillur fyri HARRANUM og bíða eftir Honum! Ilskast ikki um tann, ið hevur eydnu á vegi sínum, um tann mann, ið upphugsar svikaráð! |
|
8 | Halt teg frá vreiði, lat illsinni fara, ver ikki ov bráður - av tí stendst einki uttan ilt! |
|
9 | Tí hini óndu verða týnd, men tey, ið bíða eftir HARRANUM, skulu arva landið. |
|
10 | Um lítla stund - so er hin gudleysi ikki til; hyggur tú, hagar hann var, so er hann burtur. |
|
11 | Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði. |
|
12 | Hin gudleysi upphugsar ilt móti hinum rættvísa og bítur á kampi móti honum. |
|
13 | Men HARRIN, Hann lær at honum; tí Hann sær, at dagur hansara kemur. |
|
14 | Hinir gudleysu draga svørðið og spenna bogan at fella hin arma og fátæka, og gera av við tey, ið sannhjartað ferðast; |
|
15 | men svørðið kemur í teirra egna hjarta, og bogar teirra verða brotnir sundur. |
|
16 | Betri er tað sindrið, ið hin rættvísi hevur, enn ríkidømið hjá nógvum gudleysum; |
|
17 | tí armar hinna gudleysu verða brotnir, men HARRIN styðjar hini rættvísu. |
|
18 | HARRIN kennir dagar hinna ólastandi, og arvur teirra skal verða til ævigar tíðir; |
|
19 | tey verða ikki til skammar í óndum tíðum, tey verða mettað á hungursdøgum. |
|
20 | Tí hini gudleysu ganga til grundar; fíggindar HARRANS eru sum blómurnar, ið klæða vøllin so fagurt - tey hvørva, hvørva sum roykur. |
|
21 | Hin gudleysi lænir, og ber ikki aftur; men hin rættvísi ger miskunn og gevur; |
|
22 | tí tey, ið Hann signar, skulu arva landið, men tey, ið Hann bannar, verða avskorin. |
|
23 | HARRIN ger stig mansins føst, og Honum líkar leið hansara; |
|
24 | um hann so snávar, fellur hann ikki, tí HARRIN heldur í hond hansara. |
|
25 | Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð hin rættvísa vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði. |
|
26 | Allan dagin ger hann miskunn og lænir frá sær, og avkom hansara verður til signing. |
|
27 | Vend tær frá illum og ger gott, so verður tú búgvandi í allar ævir! |
|
28 | Tí HARRIN elskar rætt og svíkur ikki heiløgu Síni; til ævigar tíðir verða tey hildin uppi; men avkom hinna gudleysu verður týnt. |
|
29 | Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir. |
|
30 | Muður hins rættvísa talar vísdóm, tunga hansara sigur tað, ið beint er; |
|
31 | lóg Guds hansara er honum í hjarta, hann vinglar ikki á fótunum. |
|
32 | Hin gudleysi lúrir eftir hinum rættvísa og liggur honum eftir lívinum; |
|
33 | men HARRIN gevur hann ikki í hendur hansara og dómfellir hann ikki, táið hann verður dømdur. |
|
34 | Bíða eftir HARRANUM og halt teg á vegi Hansara! So skal Hann seta teg høgt, so tú arvar landið; tú skalt síggja, hvussu hini gudleysu verda týnd. |
|
35 | Eg sá gudleysan, ið stóð stinnur í megi síni; hann breiddi seg sum grønt træ, ið er væl rótfest; |
|
36 | men táið eg so seinni kom framvið har, var hann burtur, og eg leitaði eftir honum, men hann var ikki at finna. |
|
37 | Akta eftir hinum lýtaleysa, og hygg á hin sannhjartaða! Tí friðarmaður hevur framtíð; |
|
38 | men lógbrotsmenn skulu verða týndir allir samlir, framtíð hinna gudleysu verður skorin av. |
|
39 | Frelsa hinna rættvísu kemur frá HARRANUM, sum er sterka vernd teirra á neyðarstund. |
|
40 | HARRIN hjálpir teimum og fríar tey; Hann fríar tey frá hinum gudleysu og frelsir tey - tí tey hava søkt sær skjól hjá Honum. |
|
|