Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 50
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Sálmur. Eftir Asaf. Gud, Gud HARRIN, talar og stevnir jørðini higar úr eystri og líka í vestur.
2 Av Zion, krúnu fagurleikans, stígur Gud fram í ljóma.
3 Gud okkara kemur og skal ikki tiga; oyðandi eldur gongur fyri ásjón Hansara, og rundan um Hann leikar stormur.
4 Hann kallar á himmalin har uppi - og á jørðina til at døma fólk Sítt:
5 "Savnið Mær heiløgu Míni til Mín, tey, ið við ofrum hava gjørt sáttmála við Meg!"
6 Og himmalin kunnger rættferð Hansara, at Gud er tann, ið dømir. - Sela.
7 "Hoyr, fólk Mítt, Eg skal tala, Ísrael, Eg skal vitna móti tær - Gud, Gud tín, eri Eg!
8 Ikki er tað fyri offur tíni, Eg ætli at straffa teg - Eg havi jú altíð brennioffur tíni fyri eyga.
9 Eg taki ikki tarvar úr húsi tínum ella bukkar úr byrgjum tínum;
10 tí Mær hoyra øll dýr í skóginum til, dýrini á hinum túsund fjøllum;
11 Eg kenni allar fuglar á fjøllunum, veit skil á øllum tí, sum á markini rørist.
12 Um Eg hungraði, segði Eg ikki tær tað; tí Mær hoyrir jarðarríki til, og alt, ið tað fyllir.
13 Man Eg eta tarvakjøt og drekka bukkablóð!
14 - Nei, ofra Gudi lovsong, og halt hinum Hægsta tað, ið tú hevur lovað!
15 Og kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð - Eg skal bjarga tær, og tú skalt prísa Mær!"
16 Men við hin gudleysa sigur Gud: "Hvat hevur tú við at gera at rokna upp boð Míni og hava sáttmála Mín á munni!
17 Tú hatar jú tykt og blakar orð Míni aftur um bak!
18 Sært tú tjóv, so fert tú í felag við hann, og við horkøllum ert tú í samlagi!
19 Munnin sleppur tú leysan við illum, tunga tín spinnur saman svik!
20 Tú situr og spillir út bróður tín, baktalar son móður tínar!
21 So hevur tú borið teg at, og Eg havi tagt; og nú hugsar tú, at Eg eri sum tú - men Eg skal straffa teg, og tað, so tú fært tað at síggja!
22 Aktið eftir hesum, tit, ið gloyma Gud, so Eg skræði tykkum ikki sundur, uttan at nakar er, sum frelsir!
23 - Tann, ið ofrar tøkk, ærir Meg, og tann, ið aktar eftir leiðini, lati Eg síggja frelsu Guds."