Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 109
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur. Tú Gud lovsongs míns, ver ikki tigandi!
2 Tí teir hava latið upp móti mær gudleysa, falska munn sín, teir tala móti mær við lygitungu.
3 Við hatskum orðum kringseta teir meg og stríða móti mær uttan grund.
4 Í løn fyri kærleika mín standa teir mær ímóti, tóat eg geri einki uttan biði.
5 Teir gera mær ilt fyri gott, løna mær við hatri fyri kærleika mín.
6 Set gudleysan yvir hann, lat klagara standa undir høgru lið hansara!
7 Táið hann kemur fyri rættin, lat hann tá verða dømdan sekan, og lat bøn hansara verða roknaða sum synd!
8 Lat dagar hansara verða fáar, og lat ein annan fáa embæti hansara!
9 Lat børn hansara verða faðirleys, og konu hansara einkju,
10 lat børn hansara flakka um og bidda, lat tey søkja breyð sítt langt burtur frá oyddu heimum sínum!
11 Lat okraran fáa í snerru sína alt tað, sum hann eigur, lat fremmandar ræna góðs hansara!
12 Lat ongan vera, sum goymir honum miskunn, lat ongum tykjast synd í faðirleysu børnum hansara!
13 Lat avkom hansara ganga til grundar, lat navn hansara verða útstrikað í næsta ættarliði!
14 Misgerð fedra hansara verði minst av HARRANUM, synd móður hansara verði ikki útstrikað!
15 Tær veri altíð HARRANUM fyri eyga, og Hann striki minnið um hann út av jørðini -
16 aftur fyri at hann hugsaði ikki um at vísa miskunn, men søkti at Honum, sum var armur og fátækur, Honum, sum var sorgarfullur í hjartanum líka til deyðan!
17 Hann elskaði bann - so lat tað ráma hann! Hann hevði ikki hug til signing - so lat hana verða langt frá honum!
18 Hann klæði seg í bann sum í klæði, tað komi í búk hansara sum vatn, og sum olja inn í bein hansara!
19 Tað verði honum sum kappi at sveipa seg í, sum belti, ið hann altíð spennir um seg!
20 Hetta veri lønin, ið mótstøðumenn mínir fáa frá HARRANUM, teir, ið tala ilt móti sál míni!
21 Men Tú, HARRI, Harri mín, ger mær væl fyri navns Tíns skuld! Góð er jú náði Tín - so bjarga Tú mær tá!
22 Tí eg eri armur og fátækur, og hjartað er gjøgnumstungið í mær.
23 Sum skuggin, ið hallar, svinni eg burtur, eg verði stygdur burtur sum grashoppa.
24 Av føstu riða knø míni, og kroppur mín missir holdini.
25 Til spott eri eg vorðin teimum; teir rista við høvdinum, táið teir síggja meg.
26 Hjálp mær, HARRI Gud mín, frels meg eftir náði Tíni,
27 so teir sanna, at hetta er hond Tín, at Tú, HARRI, hevur gjørt tað!
28 Biði teir ilt - Tú skalt signa! Teir reisa seg, men verða til skammar; og tænari Tín gleðist.
29 Mótstøðumenn mínir skulu verða klæddir í vanæru og sveipa seg í skomm sína sum í kappa.
30 Eg skal stórliga takka HARRANUM við munni mínum, mitt ímillum mong skal eg lova Honum;
31 tí Hann stendur undir høgru lið hins fátæka fyri at bjarga honum frá teimum, ið døma sál hansara.