Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 88
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Songur. Sálmur. Eftir synir Kora. Til songmeistaran. Eftir mahalat leannot. Songur. Eftir Heman Ezra’it.
2 HARRI, Frelsugud mín! Eg kalli um dagin, og um náttina kemur róp mítt fyri Teg.
3 Lat bøn mína koma fyri ásjón Tína, boygg oyrað til róp mítt!
4 Tí sál mín er mett av vanlukkum, og lív mítt er komið deyðaríkinum nær.
5 Eg verði roknaður javnt við tey, sum fara niður í grøvina; eg eri vorðin sum ein, ið tað er úti við,
6 kastaður millum hini deyðu, líkur falnum, ið liggja í grøvini, sum Tú ikki minnist longur, tí teir eru rivnir Tær úr hond.
7 Tú hevur lagt meg niðast í grøvina, niður í myrkrið, í avgrundir.
8 Tung hvílir vreiði Tín á mær, allar bylgjur Tínar lætst Tú leggja yvir meg. - Sela.
9 Tú hevur rikið kunningar mínar langt burtur frá mær, gjørt meg andstyggiligan fyri teimum; eg eri innistongdur, sleppi ikki út.
10 Eyga mítt er kámt av neyð; hvønn dag havi eg rópt til Tín, HARRI, og rætt hendur mínar móti Tær.
11 Manst Tú tá gera undur fyri deyð, munnu skuggar fara at rísa upp og takka Tær! - Sela.
12 Man verða tosað í grøvini um náði Tína, í avgrundini um trúfesti Tína!
13 Munnu undur Tíni vera kend í myrkrinum, rættferð Tín í landi gloymskunnar!
14 Men eg, HARRI, eg rópi til Tín, og um morgunin kemur bøn mín ímóti Tær!
15 Hví koyrir Tú sál mína frá Tær, HARRI, hví fjalir Tú ásjón Tína fyri mær?
16 Armur eri eg og doyggjandi líka frá ungdóminum; eg beri ræðslur Tínar, eg má missa mótið.
17 Vreiðilogar Tínir ganga yvir meg, ræðslur Tínar forkoma mær;
18 sum vatn eru tær rundan um meg allan dagin, tær kringseta meg, allar sum tær eru.
19 Vin og næsta hevur Tú rikið langt burtur frá mær; í staðin fyri kunningar mínar havi eg nú myrkrið.