Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 105
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Prísið HARRANUM, ákallið navn Hansara, kunngerið millum fólkasløgini stórverk Hansara!
2 Syngið fyri Honum, lovsyngið Honum, talið um øll undur Hansara!
3 Rósið tykkum av heilaga navni Hansara! - Hjørtu tykkara gleðist, tit, ið søkja HARRAN.
4 Spyrjið eftir HARRANUM og mátti Hansara, søkið altíð ásjón Hansara!
5 Minnist undrini, ið Hann hevur gjørt, tekin Hansara og dómar muns Hansara,
6 tit eftirkomarar Ábrahams, tænara Hansara, børn Jákups, hini útvaldu Hansara!
7 Hann er HARRIN Gud okkara; dómar Hansara ganga yvir alla jørðina.
8 Hann minnist í allar ævir sáttmála Sín, í túsund ættarlið orð Sítt,
9 sáttmálan, ið Hann gjørdi við Ábraham, eiðin, ið Hann svór Ísaki,
10 og sum Hann staðfesti Jákupi sum rætt, Ísrael sum ævigan sáttmála,
11 táið Hann segði: "Tær gevi Eg Kána’ansland í arvalut."
12 Táið tey einki vóru annað enn lítil flokkur, fá og fremmand har,
13 og ferðaðust frá einum fólki til annað, úr einum ríki í annað,
14 læt Hann einki menniskja sleppa at gera teimum mein, Hann revsaði kongar fyri teirra skuld:
15 "Nemið ikki hini salvaðu Míni, gerið ikki profetum Mínum mein!"
16 Hungursneyð kallaði Hann yvir landið, hvønn breyðstuðul breyt Hann.
17 Mann sendi Hann undan teimum, Jósef varð seldur sum trælur;
18 teir plágaðu føtur hansara við leinkjum, í jarn varð hann lagdur -
19 inntil orð hansara gekk út, og orð HARRANS vísti, at hann var sakleysur.
20 Tá sendi kongurin boð og læt hann leysan; hann, ið ráddi yvir fólkasløgum, setti hann frían;
21 hann setti hann til harra yvir húsi sínum, at ráða yvir øllum, ið hann átti,
22 so hann skuldi binda høvdingar hansara eftir vilja sínum og læra hinar elstu hansara vísdóm.
23 So kom Ísrael til Egyptalands, Jákup búði sum gestur í Kamslandi.
24 Hann gjørdi fólk Sítt ógvuliga fruktbart, gjørdi tey sterkari enn fíggindar teirra.
25 Hann vendi hjarta teirra til at hata fólk Sítt, til at fara við sviki móti tænarum Sínum.
26 Tá sendi Hann Móses, tænara Sín, og Áron, sum Hann hevði útvalt.
27 Teir gjørdu tekin Hansara millum teirra og undur í Kamslandi.
28 Hann sendi myrkur og læt verða myrkt; men teir aktaðu ikki eftir orði Hansara.
29 Hann gjørdi vøtn teirra til blóð og drap fisk teirra.
30 Land teirra fyltist av froskum; líka í sølum konga teirra vóru teir.
31 Hann talaði, og fluguflokkar komu, mýggjabitar í øllum landi teirra.
32 Hann gav teimum hegling fyri regn, eldslogar sendi Hann í øllum landi teirra;
33 bæði víntrø og fikutrø sló Hann niður og breyt sundur trøini í øllum landi teirra.
34 Hann talaði, og grashoppur komu, gnagarar í óteljandi nøgd;
35 tær ótu hvørja urt í landi teirra, alla grøðina á markini ótu tær upp.
36 Alt frumborið í landi teirra sló Hann, frumgróðurin av allari styrki teirra.
37 Og Hann leiddi tey út við silvuri og gulli; ikki ein í ættum Hansara snávaði.
38 Egyptar vóru glaðir, táið tey fóru avstað, tí ræðsla fyri teimum var fallin á teir.
39 Hann breiddi út skýggj at skugga yvir tey, og eld læt Hann lýsa um náttina.
40 Tey kravdu, og Hann læt koma lynghøsn og mettaði tey við himmalbreyði.
41 Hann opnaði klettin, og vatn streymaði út, tað rann sum á í oyðimørkini.
42 Tí Hann mintist heilaga orð Sítt, Ábraham, tænara Sín;
43 og Hann leiddi fólk Sítt út við frøi, hini útvaldu Síni við gleðirópum;
44 Hann gav teimum lond heidninganna; tað, ið fólkasløg við møði høvdu vunnið, fingu tey í ogn
45 - fyri at tey skuldu halda boð Hansara og gera eftir lógum Hansara. - Halleluja!