Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 113
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Halleluja! Lovið, tit tænarar HARRANS, lovið navni HARRANS!
2 Navn HARRANS veri lovað frá nú og til ævigar tíðir!
3 Frá upprisi sólar til sólarlag veri navn HARRANS hálovað!
4 Høgur yvir øllum tjóðum er HARRIN, heiður Hansara røkkur upp um himmalin.
5 Hvør er sum HARRIN Gud okkara, Hann, sum situr so høgt,
6 sum skoðar so djúpt niður, í Himlarnar og á jørðina,
7 Hann, sum reisir úr dustinum tann, ið lítið hevur at týða, lyftir upp úr skarninum hin fátæka
8 og setur hann hjá høvdingum, hjá høvdingum fólks Síns,
9 Hann, sum letur hina ófruktbøru konu sita sum glaða barnamóður! - Halleluja!