Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 76
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Við streingjaleiki. Sálmur. Eftir Asaf. Songur.
2 Gud er kendur í Juda, navn Hansara er stórt í Ísrael.
3 Hann reisti tjald Sítt í Salem, bústað Sín á Zion.
4 Har breyt Hann snarljós bogans, skjøld, svørð og hervápn. - Sela.
5 Fullur av ljósi og dýrd gongur Tú fram á hinum ævigu fjøllum.
6 Menninir við sterkum hjarta vórðu fongur, teir sova svøvn sín; allir hinir veldigu kappar vóru noyddir at lata hendur lúta.
7 Av hóttan Tíni, Gud Jákups, sovnaðu teir fast, bæði vagnur og hestur.
8 Tú - øgiligur ert Tú; hvør kann verða standandi fyri Tær, táið Tú verður vreiður!
9 Úr Himli lætst Tú hoyrast dóm Tín, jørðin ræddist og tagnaði
10 - táið Gud reistist til dóm, at frelsa øll eyðmjúk á jørðini. - Sela.
11 Tí vreiði menniskjans verður Tær til prís; Tú eigur enn størri vreiði at gyrða Teg við!
12 Gerið lyfti, og haldið HARRANUM Gudi tykkara tað, ið tit lova! Øll, ið rundan um Hann eru, skulu koma við gávum til hin øgiliga.
13 Hann kúgar stolta anda høvdinganna; øgiligur er Hann kongunum á jørðini.