Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





Leiting í Bíbliuni

Leita í allari Bíbliuni, ella pørtum av Bíbliuni.
Til ber at leita í allari Bíbliuni, í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti fyri seg, ella í einstøkum bókum í Bíbliuni. Tá tú hevur skrivað leitiorðið inn leitigluggan, kanst tú trýsta á leitiknøttin LEITA, ella trýsta á RETURN/ENTER-knøttin á knappaborðinum.

Ongin munur á stórum og smáum stavum.
Uttan mun til um leitiorðið verður stavað við smáum ella stórum stavum, verður leitingin gjørd við smáum stavum. Hetta merkir, at uttan mun til um leitiorðið verður skrivað Paulus, paulus, PAULUS ella PaULus so verður leitiúrslitið tað sama, nevniliga Paulus.

Orð við umljóði og ymiskum endingum.
Orð sum hava umljóð og sum hava ymiskar endingar, kunnu finnast við at brúka teknið * í leitiorðinum. Teknið * finst á vanligu knappaborðum ovarliga til høgru og eisini til høgru fyri ø. Leitar tú til dømis eftir orðinum dúva, mást tú hava í geyma at orðið dúva bendist, og at dúva eitt nú í hvønnfalli eitur dúvu. Eisini finst dúva í samansettum orðum, sum eitt nú dúvuungar.
Fyri at finna øll orð har orðið dúva kemur fyri í ymiskum sniðum og samansetingum í Bíbliuni, kanst tú skrivað dú*. Leitiúrslitið verður øll orð ið byrja við dú, tað vil siga at orðið dúra eisini er við í leitiúrslitinum.

Finn øll skriftstøð har orðið kemur fyri.
Skalt tú finna øll skriftstøð, har t.d. Paulus verður nevndur, so er neyðugt at brúka * í leitingini.

Til ber eisini at seta * framman fyri leitiorðið. Um tú í leitigluggan skrivar *prest*, so verður leitiúrslitið allar samansetingar av prest, íroknað høvuðsprestur.

Orð ið standa lið um lið.
Tað ber til at leita eftir orðum ið standa við síðuna av hvørjum øðrum. Ynskir tú at finna allastaðni har samansetingin Gud HARRIN kemur fyri í Bíbliunu, skriva so gud+harrin. Leitiúrslitið verður øll ørindi, har orðini Gud HARRIN standa saman. Ynskir tú at finna øll skriftstøð, har málburðurin 'orð Harrans kom' verður brúktur, skriva so í leitigluggan orð+harrans+kom.

Opna kapitulin við leitiúrslitinum.
Um tú ynskir at lesa í kapitlinum við leitiúrslitinum, kanst tú førka pílin við músini og trýsta á skriftávísingina til vinstru fyri leitiúrslitið. Tá verður kapitulin, har leitiúrslitið er úr, vístur á skíggjanum. Ørindini við leitiorðinum í, eru merkt við einum myrkari liti.


Aftur til høvðussíðuna

Tú kanst eisini trýsta á bjálkan í erva fyri at koma aftur til høvðussíðuna