1 | Sálmur. Eftir Asaf. Gud stígur fram í samkomu Guds, mitt ímillum gudar heldur Hann dóm: |
|
2 | "Hvussu leingi ætla tit at døma órættiliga og halda við hinum gudleysu?" - Sela. |
|
3 | "Latið hin arma og faðirleysa fáa rætt, dømið hin neyðstadda og fátæka frían! |
|
4 | Bjargið hinum arma og fátæka, frelsið hann úr hond hinna gudleysu! |
|
5 | - Men teir skilja einki og sansa einki, teir ganga í myrkri; allir grundvøllir jarðarinnar riða. |
|
6 | Eg havi sagt: "Tit eru gudar, tit eru allir synir hins Hægsta." |
|
7 | Men sanniliga, sum menniskju skulu tit doyggja, og sum ein av høvdingunum skulu tit falla!" |
|
8 | Reis Teg, Gud, døm jørðina, tí við arvarætti ræður Tú yvir øllum fólkunum! |
|
|