Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 47
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir synir Kora. Sálmur.
2 Klappið saman hendur, øll fólkasløg, latið hoyrast gleðiróp og fagnað fyri Gudi!
3 Tí HARRIN, hin hægsti, er øgiligur, kongur, stórur yvir allari jørðini.
4 Hann leggur fólk undir okkum, fólkasløg undir føtur okkara;
5 Hann velur okkum arvalut okkara - dýrd Jákups, sum Hann elskar. - Sela.
6 Gud fór upp við fagnaðarrópum, HARRIN við lúðraljóði.
7 Syngið, ja, syngið fyri Gudi, syngið, ja, syngið fyri kongi okkara!
8 Tí Gud er kongur yvir allari jørðini - syngið song fyri Gudi!
9 Gud hevur víst, at Hann er kongur yvir fólkunum, Gud hevur sett Seg í heilaga hásæti Sítt.
10 Høvdingar tjóðanna savna seg við fólki Ábrahams Guds; tí skjøldir jarðarinnar hoyra Gudi til - Hann er sára hevjaður upp.