Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 3
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Sálmur. Eftir Dávid. Táið hann flýddi fyri Absalom, syni sínum.
2 HARRI - sum fíggindar mínir tó eru mangir! Mangir eru teir, ið reisa seg móti mær,
3 mangir teir, ið siga um sál mína: "Eingin frelsa er hjá Gudi fyri hann!" - Sela.
4 Men, HARRI, Tú ert mær skjøldur, Tú ert dýrd mín og tann, sum letur meg bera høvdið høgt.
5 Eg rópi hart til HARRAN, og Hann svarar mær av heilaga fjalli Sínum. - Sela.
6 Eg legðist og sovnaði; eg vaknaði - tí HARRIN heldur mær uppi.
7 Eg óttist ikki tíggjutúsund av fólki, ið fylkja seg móti mær rundanum.
8 Reis Teg, HARRI, frels meg, Gud mín! Tí Tú hevur sligið allar fíggindar mínar undir vangan, Tú hevur brotið tenn hinna gudleysu.
9 Hjá HARRANUM er frelsan; yvir fólki Tínum veri signing Tín! - Sela.