Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 69
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir liljum. Eftir Dávid.
2 Frels Meg, Gud! Tí vøtnini eru komin Mær líka at sálini.
3 Eg eri sokkin niður í botnleyst díki, sum einki fótafesti er í; Eg eri komin í hini djúpu vøtn, og bylgjurnar leggja yvir Meg.
4 Eg havi rópt Meg móðan, tað brennur í kvørkrum Mínum, eygu Míni eru upptærd av at bíða eftir Gudi Mínum.
5 Fleiri enn hárini á høvdi Mínum eru teir, ið hata Meg uttan grund; nógvir eru teir, ið ætla at forkoma Mær, teir, ið uttan grund eru fíggindar Mínir; tað, ið Eg ikki havi rænt, skal Eg nú lata aftur.
6 Gud, Tú kennir dárskap Mín, og øll syndaskyld Mín er ikki Tær duld!
7 Lat ikki tey, ið bíða eftir Tær, verða til skammar av Mær, Harri, HARRI Gud herskaranna, lat ikki tey, ið søkja Teg, Gud Ísraels, verða til spott av Mær!
8 Tí fyri Tína skuld beri Eg vanæru, fyri Tína skuld fjalir skomm andlit Mítt.
9 Eg eri vorðin brøðrum Mínum fremmandur, sonum móður Mínar útlendingur.
10 Tí eldhugi fyri húsi Tínum hevur etið Meg upp, og spott teirra, ið spotta Teg, er fallið á Meg.
11 Og sál Mín græt, meðan Eg fastaði, og tað varð Mær til spott.
12 Sekk gjørdi Eg Mær til klædning, og Eg varð teimum orðtak.
13 Teir, ið sita í portrunum, tosa um Meg, og í drykkjuløgunum kvøða teir um Meg.
14 Men Eg komi við bøn Míni til Tín, HARRI, í náðitíðini, Gud, fyri stóru miskunn Tína - svara Mær í frelsandi trúfesti Tíni!
15 Drag meg upp úr díkinum og lat Meg ikki søkka! Lat Meg verða bjargaðan frá teimum, ið hata Meg, og úr hinum djúpu vøtnum!
16 Lat ikki vatnsbylgjurnar leggja yvir Meg, lat ikki djúpið gloypa Mær, og lat ikki brunnin lata gap sítt aftur yvir Mær!
17 Svara Mær, HARRI, tí náði Tín er góð, vend Tær til Mín eftir stóru miskunn Tíni!
18 Og fjal ikki ásjón Tína fyri tænara Tínum, tí Eg eri í neyð - skunda Tær at svara Mær!
19 Kom sál Míni nær, loys hana út, frels Meg fyri fígginda Mína skuld!
20 Tú veitst, hvussu Eg verði spottaður og beri skomm og vanæru; allar fíggindar Mínar sært Tú.
21 Spott hevur ógrøðandi brotið hjarta Mítt; Eg bíðaði eftir onkrum, sum tykti synd í Mær, men eingin var - eftir troystarum, men Eg fann ongan.
22 Teir góvu Mær gall, og táið Eg var tystur, góvu teir Mær edik at drekka.
23 Lat borð teirra framman fyri teir verða snerru, og fellu fyri teir, táið teir eru tryggir!
24 Lat eygu teirra blindast, so teir síggja einki, og lat lendar teirra altíð riða!
25 Hell vreiði Tína út yvir teir, lat brennandi vreiði Tína náa teimum!
26 Lat bústað teirra leggjast í oyði, lat ongan vera, sum býr í tjøldum teirra!
27 Tí tann, ið Tú hevur sligið, Hann elta teir, og teir hava á orði, hvussu tey verða plágað, sum Tú hevur sært.
28 Tilrokna teimum hvørja einastu synd, lat teir ikki fáa part í rættferð Tíni!
29 Lat teir verða útstrikaðar úr bók teirra, sum liva, lat teir ikki verða uppskrivaðar millum hini rættvísu!
30 Men Eg eri armur og pínafullur; lat frelsu Tína, Gud, bjarga Mær!
31 Eg skal prísa navni Guds við songi, hálova Honum við tøkk;
32 tað skal líka HARRANUM betur enn ungur tarvur við hornum og kleyvum.
33 Táið hini eyðmjúku síggja tað, skulu tey gleðast; tit, sum søkja Gud, hjørtu tykkara livi!
34 Tí HARRIN lurtar eftir hinum fátæku, og fangar Sínar vanvirðir Hann ikki.
35 Himmal og jørð skulu prísa Honum, havið og alt, sum í tí rørist.
36 Tí Gud skal frelsa Zion og reisa upp býir Juda; har skulu tey búgva og eiga teir;
37 avkom tænara Hansara skal arva teir, og tey, ið elska navn Hansara, skulu búgva í teimum.