Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 20
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid.
2 HARRIN bønhoyri teg neyðardagin, navn Jákups Guds bjargi tær!
3 Hann sendi tær hjálp úr halgidóminum, av Zion styðji Hann teg!
4 Hann minnist øll matoffur tíni og taki brennioffur títt fyri gott! - Sela.
5 Hann gevi tær tað, ið hjarta títt tráar eftir, og lati øll ráð tíni fáa framgongd
6 - so vit kunnu rópa av gleði um frelsu Tína, í navni Guds okkara lyfta sigursmerkið - HARRIN uppfylli allar bønir tínar!
7 Nú veit eg, at HARRIN frelsir salvaða Sín; úr heilaga Himli Sínum svarar Hann honum við frelsandi stórverkum høgru handar Sínar.
8 Summir líta á hestar, summir á vagnar, men vit sigra við navni HARRANS Guds okkara.
9 Teir hokna og falla, men vit reisast og koma aftur á føtur.
10 Gev sigur, HARRI! Ja, kongurin svari okkum, tann dag vit rópa!