Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 52
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Songur. Eftir Dávid.
2 Táið Doeg Edomitur kom og segði Saul frá, at Dávid var farin inn hjá Ahimelek.
3 Hví reypar tú av óndskapi tínum, tú veldigi? - Náði Guds varir allan dagin!
4 Tunga tín stílar uppá undirgang, hon er sum brýndur rakiknívur, tú, ið leggur upp svikaráð!
5 Tú elskar hitt illa fram um hitt góða, lygn fram um at siga sannleika. - Sela.
6 Ja, tú elskar alla oyðandi talu, tú falska tunga!
7 Tí skal Gud eisini bróta teg niður við alla; Hann skal grípa teg og rykkja teg út úr tjaldinum og ríva teg út av landi teirra, sum liva. - Sela.
8 Hini rættvísu skulu síggja tað og óttast, tey skulu læa at honum og siga:
9 "Hyggið, hatta er maðurin, ið ikki gjørdi Gud til vernd sína, men leit á mikla ríkidømi sítt, stóð stinnur í óndskapi sínum!"
10 Men eg eri sum grønt oljutræ í húsi Guds; náði Guds líti eg á í aldur og ævir.
11 Til ævigar tíðir skal eg prísa Tær fyri tað, ið Tú gjørdi, og fyri eygum heiløgu Tína skal eg bíða eftir navni Tínum - tí tað er gott.