Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 7
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Songur. Eftir Dávid. Hann sang hann fyri HARRANUM av orðum Kuss Benjaminits.
2 HARRI Gud mín, hjá Tær søki eg mær skjól, frels meg og bjarga mær frá øllum, ið liggja eftir mær,
3 so at fíggindin ikki eins og leyva skræðir sál mína sundur, rívur hana burt, uttan at nakar bjargar!
4 HARRI Gud mín, havi eg borið meg so at, er órættur í hondum mínum,
5 havi eg lønt honum við illum, sum livdi í friði við meg, ella gjørt teimum skaða, sum uttan grund vóru óvinir mínir
6 - so elti fíggindin sál mína og fái hana aftur, traðki lív mítt til jarðar og leggi æru mína í dustið! - Sela.
7 HARRI! Reis Teg í vreiði Tíni, rís upp móti øði fígginda mína, vakna, mær til hjálpar - Tú hevur jú givið boð um dóm!
8 Lat fólkasløgini savnast rundan um Teg, og far Tú yvir teimum aftur upp á hæddina!
9 HARRIN heldur dóm yvir fólkasløgum. Lat meg náa rætti mínum, HARRI, eftir rættvísi míni og sakloysi mínum, sum í mær er!
10 Ger enda á óndskapi hinna gudleysu, og lat hin rættvísa standa fastan! Tú ert jú tann, ið rannsakar hjørtu og nýru, rættvísi Gud!
11 Skjøldur mín er hjá Gudi, sum frelsir hini sannhjartaðu.
12 Gud er rættvísur dómari og Gud, ið vreiðist hvønn dag.
13 Vendir hann ikki við, so hvessir Hann svørð Sítt, spennir bogan og miðar,
14 ger til reiðar móti honum drepandi vápn; pílar Sínar ger Hann brennandi.
15 Hygg, nú føðir hann misgerð, hann gongur við vanlukku og føðir lygn!
16 Grøv hevur hann grivið og gjørt hana djúpa; men hann fellur sjálvur í grøvina, sum hann hevur gjørt.
17 Vanlukkan, sum hann hevði í huga, kemur yvir hansara egna høvd, og órætturin, sum hann ætlaði at volda, rámar hann sjálvan í hvirilin.
18 Eg skal takka HARRANUM fyri rættferð Hansara, lovsyngja navni HARRANS, hins hægsta.