Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 33
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Fegnist í HARRANUM, tit rættvísu! Sannhjartaðum sømir lovsongur.
2 Prísið HARRANUM við streingjaleiki, takkið Honum á tíggjustreingjahørpu,
3 syngið Honum nýggjan song, sláið streingirnar vakurt við fagnaðarrópi!
4 Tí orð HARRANS er satt, og øll verk Hansara eru gjørd í trúfesti.
5 Hann elskar rættferð og rætt, jørðin er full av náði HARRANS.
6 Við orði HARRANS er himmalin skaptur, allur herur hansara við andanum úr munni Hansara.
7 Hann savnar vøtn havsins sum dunga, leggur hini djúpu vøtn í goymslur.
8 Øll jørðin óttist HARRAN, fyri Honum bivi tey, øll, sum á jarðarríki búgva!
9 Tí Hann talaði - og tað varð, Hann beyð - og har stóð tað!
10 HARRIN ger ráð heidninganna til einkis, Hann ger fólkasløg til skammar í tí, sum tey hava upphugsað.
11 Ráð HARRANS stendur fast í allar ævir, hugsanir hjarta Hansara mann eftir mann.
12 Sælt er tað fólk, ið hevur HARRAN til Gud, tað fólk, ið Hann hevur valt Sær til arv.
13 Úr Himli skoðar HARRIN niður, Hann sær øll menniskjabørnini;
14 haðani sum Hann býr, hevur Hann eyguni eftir øllum, ið á jørðini búgva,
15 Hann, sum hevur skapt hjørtu teirra alra, sum gjølla skilir øll verk teirra.
16 Ei sigrar kongur við stóra heri sínum, ei verður kappi bjargaður við miklu kraft síni;
17 svikaligur er hestur til at sigra við; hann frelsir ikki við allari stóru styrki síni.
18 Nei, eyga HARRANS er vent til teirra, ið óttast Hann, og sum vóna á náði Hansara;
19 Hann skal bjarga sál teirra frá deyða og halda lív í teimum, táið hungur er.
20 Eftir HARRANUM bíðar sál okkara, Hann er hjálp og skjøldur okkara.
21 Í Honum gleðist hjarta okkara, tí vit líta á heilaga navn Hansara.
22 - Lat náði Tína vera yvir okkum, HARRI, sum vit vóna á Teg!