Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 95
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Komið, latið okkum fegnast fyri HARRANUM, rópa av gleði fyri frelsukletti okkara!
2 Latið okkum við tøkk stíga fram fyri ásjón Hansara, rópa av gleði fyri Honum við sálmum!
3 Tí HARRIN er veldigur Gud, kongur, stórur yvir øllum gudum;
4 í hond Hansara eru jarðardjúpini; fjallatindarnir eru Hansara;
5 havið er Hansara, Hann hevur skapt tað; og hendur Hansara hava gjørt turrlendið.
6 Komið, latið okkum falla niður og boyggja okkum, latið okkum falla á knæ fyri HARRANUM, skapara okkara!
7 Tí Hann er Gud okkara, og vit eru fólkið, ið Hann røktar, fylgið, ið hond Hansara leiðir. - Høvdu tit tó í dag viljað lurtað eftir rødd Hansara!
8 Herðið ikki hjørtu tykkara sum við Meriba, sum hina ferðina við Massa í oyðimørkini,
9 táið fedrar tykkara freistaðu Meg, táið teir royndu Meg, teir, sum tó høvdu sæð verk Mítt!
10 Í 40 ár beyð tann ættin Mær ímóti, og Eg segði: "Tey eru fólk við vilstum hjarta, tey kenna ikki vegir Mínar!"
11 So svór Eg í vreiði Míni: "Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!"