Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 39
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Til jedutun. Sálmur. Eftir Dávid.
2 Eg segði: "Eg skal akta eftir leiðum mínum, so eg syndi ikki við tunguni, eg skal leggja teymar á munn mín, so leingi sum hin gudleysi er fyri eygum mínum!"
3 Eg varð stummur og tigandi, eg tagdi í sorg míni, men kvøl mín gnagaði;
4 hjartað brendi í brósti mínum, eldur tendraðist, meðan eg grundaði; tá talaði eg við tunguni:
5 "Lat meg vita enda mín, HARRI, og dagamál mítt, hvat tað er, lat meg vita, hvussu skjótt eg skal burtur!"
6 Sum handarbreidd hevur Tú gjørt dagar mínar, og lívstíð mín er Tær sum einki - vissuliga, berur tómleiki er hvørt menniskja, hvussu fast tað so stendur! - Sela.
7 Bert sum skuggi gongur maðurin; tómt er alt, ið teir stríðast við; teir dunga saman og vita ikki, hvør ið fær tað.
8 Hvørjum bíði eg tá eftir, Harri? Øll vón mín stendur til Tín!
9 Frels meg frá allari synd míni, ger meg ikki dárum til spott!
10 Eg tigi, eg lati ikki upp munnin - tað er jú Tú, ið hevur gjørt tað!
11 Tak plágu Tína burt frá mær! Fyri sløgum handar Tínar eri eg vorðin til einkis.
12 Táið Tú tyktar mann við straff fyri misgerð hansara, syndrar Tú dýrd hansara sum húsvætti - berur tómleiki er hvørt menniskja! - Sela.
13 Hoyr bøn mína, HARRI, lurta eftir rópi mínum, tig ikki, táið eg gráti! Tí fremmandur eri eg hjá Tær, gestur sum allir fedrar mínir.
14 Hygg burt av mær, so eg lívgist, áðrenn eg fari hiðani og eri ikki til longur!