Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 115
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Ikki okkum, HARRI, ikki okkum, men navni Tínum gevi Tú heiður fyri náði og trúfesti Tínar skuld!
2 Hví skulu heidningarnir siga: "Hvar er nú Gud teirra!"
3 Gud okkara, Hann er í Himli, Hann ger alt tað, ið Hann vil.
4 Avgudar teirra eru silvur og gull, handaverk manna;
5 teir hava munn, men tala ikki, eygu, men síggja ikki;
6 teir hava oyru, men hoyra ikki; teir hava nøs, men lukta ikki;
7 teir hava hendur, men føla ikki, føtur, men ganga ikki; teir hava einki mál í barkanum.
8 Sum teir eru, verða tey, sum gera teir, ein og hvør, ið lítur á teir.
9 Ísrael, lít á HARRAN! Ja, Hann er hjálp og skjøldur teirra.
10 Hús Árons, lítið á HARRAN! Ja, Hann er hjálp og skjøldur teirra.
11 Tit, ið óttast HARRAN, lítið á Hann! Ja, Hann er hjálp og skjøldur teirra.
12 HARRIN mintist okkum; Hann skal signa, Hann skal signa hús Ísraels, Hann skal signa hús Árons,
13 Hann skal signa tey, ið óttast HARRAN, bæði smá og stór.
14 HARRIN lati tykkum nørast, tykkum og børn tykkara!
15 Signað verði tit av HARRANUM, Honum, sum hevur skapt Himmal og jørð!
16 Himmalin er Himmal HARRANS, men jørðina hevur Hann givið menniskjabørnunum.
17 Hini deyðu lova ikki HARRANUM, eingin av teimum, sum fara niður í deyðatøgn.
18 Men vit skulu lova HARRANUM, frá nú og til ævigar tíðir. - Halleluja!