Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 40
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir Dávid. Sálmur.
2 Eg vónaði og vónaði á HARRAN; tá boygdi Hann Seg til mín og hoyrdi róp mítt.
3 Og Hann dró meg upp úr undirgangsgrøvini, úr hinum botnleysa díki, Hann setti føtur mínar á klett, gjørdi stig míni føst.
4 Og Hann legði í munn mín nýggjan song, lovsong til Gud okkara. - Mong síggja tað og óttast og seta lít sína til HARRAN.
5 Sælur er tann maður, ið setur lít sína til HARRAN og vendir sær ikki til hugmóðig og til teirra, ið halda av leiðini - til lygn.
6 Stór eru undrini, ið Tú hevur gjørt, HARRI Gud mín, og mangir tankarnir, ið Tú hugsaði fyri okkum - ikki stendur til at rokna teir upp fyri Tær; um eg vil kunngera teir og tala um teir, so eru teir ov mangir at telja.
7 Sláturoffur og matoffur líkar Tær ikki - Tú gavst Mær opin oyru - brennioffur og syndoffur krevur Tú ikki.
8 Tá segði Eg: "Hygg, Eg komi - í bókrulluni stendur skrivað tað, ið Eg skal gera;
9 at gera vilja Tín, Gud Mín, er gleði Mín, lóg Tín er Mær í hjarta!"
10 Í stórari samkomu bar eg boð um rættferð - nei, eg læt ikki varrarnar aftur, tað veitst Tú, HARRI!
11 Rættferð Tína duldi eg ikki í hjarta mínum, trúfesti Tína og frelsu Tína talaði eg um, náði Tína og sannleik Tín avnoktaði eg ikki í stórari samkomu.
12 - Tú HARRI, skalt ikki steingja miskunn Tína fyri mær, náði og trúfesti Tín skulu altíð vera vernd mín.
13 Tí vanlukkur, sum ikki er tal á, leggja seg rundan um meg, syndir mínar hava fingið meg aftur, so eg fái ikki hugt; tær eru fleiri enn hárini á høvdi mínum, og mótið hevur svikið.
14 Lat toknast Tær, HARRI, at bjarga mær, HARRI, ver skjótur og kom mær til hjálpar!
15 Lat teir standa við skomm og kinnroða, sum liggja mær eftir lívinum og ætla at forkoma mær, lat teir víkja og verða til skammar, sum ynskja mær ilt,
16 lat teir standa ræðsluslignar av skomm síni, teir, ið siga: "Há há!" við meg!
17 Men lat øll tey, ið søkja Teg, frøast og gleðast í Tær, lat tey, ið elska frelsu Tína, altíð siga: "Lovaður veri HARRIN!"
18 - Um so eg eri armur og fátækur, skal HARRIN tó hugsa um meg. Tú ert hjálp mín og frelsari mín - drála ikki, Gud mín!