Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 141
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, eg rópi til Tín! Skunda Tær til mín, lurta eftir rødd míni, nú eg rópi til Tín!
2 Lat bøn mína verða roknaða sum roykoffur fyri ásjón Tíni, upplyftu hendur mínar sum kvøldoffur!
3 HARRI, set vakt fyri munn mín, vak við varradyr mínar!
4 Lat ikki hjarta mítt fara av leið til nakað ilt, at gera gudleysar gerðir saman við monnum, ið gera órætt, og lat meg ikki eta av góðgæti teirra!
5 Nei, lat rættvísan sláa meg í kærleika og revsa meg! Ikki vísi høvd mítt slíkum høvuðsmyrsli frá sær! Um tað so varir við, seti eg kortini bøn mína móti óndskapi teirra.
6 Dómarar teirra skulu verða omanstoyttir av fjallinum, og tá skal fáast at hoyra, at orð míni vóru yndislig.
7 Sum táið jørðin verður pløgd í foyrur, liggja bein okkara spjadd um fyri durum deyðaríkisins.
8 Tó, eygu míni eru vend til Tín, HARRI Harri, hjá Tær søki eg mær skjól - gev ikki sál mína til rán!
9 Varða meg fyri felluni, ið teir seta fyri meg, og fyri snerrum teirra, ið gera órætt!
10 Lat hinar gudleysu falla í síni egnu gørn, men meg sleppa óskaddan undan!