1 | Sálmur. Eftir Dávid. Gevið HARRANUM, tit synir Guds, gevið HARRANUM dýrd og mátt, |
|
2 | gevið HARRANUM dýrd navns Hansara, tilbiðið HARRAN í heiløgum prýði! |
|
3 | Rødd HARRANS er yvir vøtnunum, Gud dýrdarinnar tornar, HARRIN yvir hinum stóru vøtnum. |
|
4 | Rødd HARRANS ljóðar við kraft, rødd HARRANS ljóðar við hátign. |
|
5 | Rødd HARRANS brýtur sedristrø, HARRIN brýtur sundur sedristrø Libanons, |
|
6 | og Hann fær tey at hoppa eins og kálv, Libanon og Sirjon eins og ungan villtarv. |
|
7 | Rødd HARRANS klývur eldslogar. |
|
8 | Rødd HARRANS fær oyðimørkina at skelva, rødd HARRANS fær Kadesoyðimørk at skelva. |
|
9 | Rødd HARRANS fær hindir at kálva og ger bart í skógunum; alt í halgidómi Hansara rópar: "Dýrd!" |
|
10 | HARRIN sat uppi yvir vatnsflóðini, og HARRIN situr sum kongur í allar ævir. |
|
11 | HARRIN skal geva fólki Sínum styrki, HARRIN skal signa fólk Sítt við friði. |
|
|