Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 104
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Lova HARRANUM, sál mín! HARRI Gud mín, Tú ert sára stórur! Í stórleika og dýrd ert Tú klæddur;
2 Tú sveipar Teg í ljós sum kappa; himmalin spennir Tú út sum tjald;
3 Tú smíðar í vøtnunum hásal Tín, gert skýggini til vagn Tín, fert fram á veingjum vindsins;
4 vindarnar gert Tú til sendiboð Tíni, logandi eld til tænarar Tínar;
5 Tú festi jørðina á grundvøllir hennara, hon vikast ikki í allar ævir.
6 Við djúpum vøtnum hevði Tú fjalt hana sum við klædningi, vøtnini stóðu yvir fjøllini.
7 Fyri hóttan Tíni flýddu tey, stygdust burtur av torurødd Tíni;
8 tey løgdu upp eftir fjøllunum og runnu oman í dalarnar til staðið, ið Tú hevði ætlað teimum;
9 Tú setti mark, sum tey ikki skulu fara um, tey skulu ikki uppaftur leggja yvir jørðina.
10 Keldur letur Tú springa upp í dølunum, millum fjøllini renna tær;
11 tær geva øllum dýrunum á markini at drekka, villeslini sløkkja tosta sín;
12 yvir teimum búgva fuglar himmalsins, millum greinarnar hoyrast teir láta.
13 Úr hásali Tínum vatnar Tú fjøllini; jørðin verður mettað av ávøkstinum, ið Tú skapir.
14 Gras letur Tú grógva til fæið og urtir menniskjunum til gagns; soleiðis leiðir Tú fram breyð av jørðini
15 og vín, sum gleðir hjarta menniskjans og fær andlit tess at skína meir enn olju, og breyð, sum styrkir hjarta menniskjans.
16 Trø HARRANS verða mett, sedristrøini á Libanon, tey, ið Hann hevur plantað,
17 har sum fuglarnir byggja sær reiður, storkurin, sum hevur bústað sín í sypristrøunum.
18 Hini høgu fjøll eru til steingeitirnar; klettarnir eru fjallagrevlingunum skjól.
19 Mánan gjørdi Tú at kanna tíðirnar eftir; sólin veit, nær hon skal fara niður.
20 Tú sendir myrkur, og nátt verður; tá rørast øll dýr í skóginum;
21 hinar ungu leyvur brøla eftir ráni, tær krevja føði sína frá Gudi.
22 Sólin kemur undan; tá sníkja tær seg burtur og leggjast í bøli síni;
23 tá fer menniskjað út til dagsverk sítt, til arbeiði sítt inntil kvøldið.
24 - Hvussu mong eru ikki verk Tíni, HARRI! - Tú gjørdi tey øll við vísdómi; jørðin er full av tí, ið Tú hevur skapt.
25 Har er nú havið, stórt og vítt; tað er fult av óteljandi nøgd av dýrum, bæði smáum og stórum;
26 har fara skipini, Livjatan, sum Tú skapti at spæla har.
27 Øll bíða tey eftir Tær, at Tú skalt geva teimum føðina, táið tíð er.
28 Tú gevur teimum, og tey sanka; Tú letur upp hondina, og tey verða mettað við góðum.
29 Tú fjalir andlitið; tá fellur ræðsla á tey; Tú tekur anda teirra; tá doyggja tey og fara aftur í dustið;
30 Tú sendir Anda Tín út, og tey verða skapt; ásjón jarðarinnar endurnýggjar Tú.
31 Heiður HARRANS skal vara til ævigar tíðir! HARRIN skal gleða Seg í verkum Sínum!
32 Eygnakast frá Honum - og jørðin nøtrar! Stoytur frá Honum - og fjøllini rúka!
33 Eg skal syngja fyri HARRANUM, so leingi sum eg livi; eg skal syngja Gudi mínum lov, so leingi sum eg eri til.
34 Hevði songur mín líkað Honum! - Eg havi gleði mína í HARRANUM.
35 Høvdu syndarar horvið av jørðini, og gudleys ikki verið til longur! - Lova HARRANUM, sál mín! Halleluja!