1 | Til songmeistaran. Eftir tænara HARRANS Dávid. |
|
2 | Í hjartanum hugsi eg um tað, sum syndin sigur við hin gudleysa - gudsótti er ikki fyri eygum hansara. |
|
3 | Hann setur æru í, at synd hansara verður funnin, og at hann verður hataður fyri hana. |
|
4 | Orðini av munni hansara eru órættur og svik; hann er hildin uppat at gera tað, ið víst og gott er; |
|
5 | á legu síni upphugsar hann órætt, hann fer leið, sum ikki er góð, hitt illa skýggjar hann ikki. |
|
6 | HARRI, náði Tín røkkur til himmals, trúfesti Tín til skýggini; |
|
7 | rættferð Tín er sum fjøll Guds, dómar Tínir eru sum hitt stóra djúp, menniskju og dýr frelsir Tú, HARRI! |
|
8 | Hvussu dýrmæt er ikki náði Tín, Gud! Menniskjabørnini søkja sær skjól í veingjaskugga Tínum; |
|
9 | tey verða til fulnar mettað av fiti húss Tíns; av gleðistreymum Tínum gevur Tú teimum at drekka. |
|
10 | Tí hjá Tær er kelda lívsins, og í ljósi Tínum síggja vit ljós. |
|
11 | Lat náði Tína verða verandi yvir teimum, ið kenna Teg, rættferð Tína yvir hinum sannhjartaðu! |
|
12 | Lat ikki fót hins hugmóðiga koma á meg, lat ikki hond hinna gudleysu reka meg burt! |
|
13 | Har falla tey, ið gera órætt; tey verða sligin niður og fáa ikki reist seg aftur. |
|
|