Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 148
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Halleluja! Lovið HARRANUM av Himli, lovið Honum á hæddini!
2 Lovið Honum, allir einglar Hansara, lovið Honum, allir herskarar Hansara!
3 Lovið Honum, sól og máni, lovið Honum, allar lýsandi stjørnur!
4 Lovið Honum, himlar himlanna, og tit vøtn, ið eru yvir himlunum!
5 - Tey skulu lova navni HARRANS, tí Hann beyð, og tey vórðu skapt;
6 og Hann setti tey á stað teirra fyri allar tíðir, í allar ævir; Hann gav lóg, sum einki av teimum brýtur.
7 Lovið HARRANUM av jørðini, tit havdýr og øll djúp,
8 eldur og heglingur, kavi og roykur, stormur, sum setur orð Hansara í verk,
9 tit fjøll og allir heyggjar, frukttrø og øll sedristrø,
10 tit villdýr og alt fæið, skriðdýr og fuglar við veingjum,
11 tit kongar á jørðini og øll fólkasløg, høvdingar og allir dómarar jarðar;
12 ungir dreingir og ungar gentur, gomul við ungum!
13 - Tey skulu lova navni HARRANS; tí einki navn er høgt uttan Hansara, heiður Hansara er yvir jørð og himli.
14 Og Hann hevur lyft fólki Sínum upp horn, øllum hinum heiløgu Sínum til lovsong, børnum Ísraels, fólkinum, ið stendur Honum nær. - Halleluja!