Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 124
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Dávid. Hevði ikki HARRIN verið við okkum - tað má Ísrael siga -
2 hevði ikki HARRIN verið við okkum, táið menniskjuni reistu seg móti okkum,
3 so høvdu tey gloypt okkum livandi, táið vreiði teirra tendraðist móti okkum,
4 so høvdu vøtnini lagt yvir okkum, streymurin hevði lagt yvir sál okkara,
5 ja, tey høvdu lagt yvir sál okkara, hini stoltu vøtn!
6 Lovaður veri HARRIN, sum ikki gav okkum at verða sundurskrædd av tonnum teirra!
7 Sál okkara slapp undan sum fuglur úr snerru fuglamansins; snerran brast, og vit sluppu undan.
8 Hjálp okkara er í navni HARRANS, Hansara, sum hevur skapt himmal og jørð.