1 | Til songmeistaran. Eftir Dávid. Dárin sigur í hjartanum: "Eingin Gud er!" - Óndur, viðurstyggiligur er atburður teirra; eingin er, sum ger gott. |
| 2 | HARRIN skoðar úr Himli niður á menniskjabørnini, at síggja, um nakar vitigur er, nakar, sum søkir Gud. |
| 3 | Nei, øll eru farin av leið, øll somul eru spilt, eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein! |
| 4 | Hava teir tá einki vit, allir hesir illgerðarmenn, ið eta fólk mítt, sum tað hevði verið breyð, teir ótu, og ikki ákalla HARRAN? |
| 5 | - Tá grípur ræðsla teir; tí Gud er við hini rættvísu ætt. |
| 6 | Gerið bert hin arma til skammar við ráðum hansara! - Gud er skjól hansara! |
| 7 | Á, hevði frelsa Ísraels komið av Zion! - Táið HARRIN vendir lagnu fólks Síns, skal Jákup fegnast, Ísrael gleðast! |
| |
|