1 | Til songmeistaran. Sálmur. Eftir Dávid. |
|
2 | Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara. |
|
3 | Ein dagurin talar við annan um tað, ein náttin kunnger aðrari tað; |
|
4 | uttan orð og uttan talu, uttan at ljóðið hoyrist, |
|
5 | gongur rødd himmalsins út um alla jørðina, tala hansara til enda jarðarríkis. Á himli reisti Hann sólini tjald. |
|
6 | Og hon er sum brúðgómur, ið kemur út úr brúðarkamari sínum; sum kappi gleðir hon seg til at renna skeið sítt. |
|
7 | Við enda himmalsins er tað, hon kemur undan, og umferð hennara er til hin enda hansara; einki er fjalt fyri hita hennara. |
|
8 | Lóg HARRANS er fullkomin, hon lívgar sálina; vitnisburður HARRANS er trúfastur, hann ger hin einfalda vísan; |
|
9 | fyriskipanir HARRANS eru rættar, tær gleða hjartað; boð HARRANS er reint, tað lýsir upp eyguni; |
|
10 | ótti HARRANS er skírur, hann stendur fastur allar ævir; lógboð HARRANS eru sannleiki, tey eru rættvís øll somul. |
|
11 | Tey eru dýrabarari enn gull, ja, enn mongd av fínum gulli, og søtari enn hunangur, ja, enn reinasti hunangur. |
|
12 | Eisini tænari Tín verður ámintur við teimum; tann, ið heldur tey, hevur stóra løn. |
|
13 | Hvør er varur við, hvussu mangan hann villist! Fyrigev mær loyniligu syndir mínar! |
|
14 | Varðveit eisini tænara Tín frá skammiligum syndum, lat tær ikki ráða yvir mær! Tá verði eg lýtaleysur og ikki sekur í stórum misbrotum. |
|
15 | Lat orð muns míns og hugsanir hjarta míns líka Tær, HARRI, klettur mín og endurloysari mín! |
|
|