Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 107
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Prísið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!
2 So skulu hini endurloystu HARRANS siga, tey, sum Hann hevur loyst úr neyðini,
3 og sum Hann hevur savnað úr londunum, eystaneftir og vestaneftir, norðaneftir og frá havinum.
4 Tey viltust í oyðimørkini, í vegloysi, og funnu ongan bý at búgva í;
5 tey liðu bæði hungur og tosta, sál teirra ørmaktaðist.
6 Men tey róptu til HARRAN í neyðini, og Hann frelsti tey úr trongdum teirra
7 og leiddi tey á beinan veg, so tey komu til bý, sum tey fingu búð í.
8 Tey skulu takka HARRANUM fyri náði Hansara, fyri undurverk Hansara móti menniskjabørnunum;
9 tí Hann mettaði hina tystu sál og fylti hina svongu sál við góðum.
10 Tey sótu í myrkri og deyðaskugga, bundin í armóð og jarni,
11 tí tey høvdu staðið orði Guds ímóti og vanvirt ráð hins Hægsta;
12 tí boygdi Hann hjarta teirra við vanlukku; tey fullu, og eingin var, sum hjálpti.
13 Men tey róptu til HARRAN í neyðini, og Hann frelsti tey úr trongdum teirra,
14 leiddi tey út úr myrkri og deyðaskugga og sleit sundur bond teirra.
15 Tey skulu takka HARRANUM fyri náði Hansara, fyri undurverk Hansara móti menniskjabørnunum;
16 tí Hann breyt koparportur og støkti av jarnsláir.
17 Tey vóru dárar og vórðu plágað fyri syndigu vegir sínar og misgerðir sínar;
18 allur matur beyð sál teirra ímóti, og tey komu portrum deyðans nær.
19 Men tey róptu til HARRAN í neyðini, og Hann frelsti tey úr trongdum teirra,
20 sendi orð Sítt og grøddi tey og frelsti tey frá grøvini.
21 Tey skulu takka HARRANUM fyri náði Hansara, fyri undurverk Hansara móti menniskjabørnunum,
22 og ofra takkoffur og við gleðirópum siga frá verki Hansara.
23 Teir fóru út á havið í skipum, drivu handil á stórum vøtnum;
24 har fingu teir verk HARRANS at síggja, undurverk Hansara á djúpinum;
25 Hann beyð og læt koma harðveður, og tað reisti havsbylgjurnar;
26 teir fóru upp móti himli, teir fóru niður í djúpið, sál teirra misti mótið í vanlukkuni;
27 teir sløðraðu og riðaðu sum druknir, burtur var allur vísdómur teirra.
28 Men teir róptu til HARRAN í neyðini, og Hann frelsti teir úr trongdum teirra;
29 Hann læt stormin vendast í stilli, bylgjurnar rundan um teir tagnaðu;
30 glaðir vórðu teir, tí av stilti, og Hann leiddi teir til havnina, ið teir tráaðu eftir.
31 Teir skulu takka HARRANUM fyri náði Hansara, fyri undurverk Hansara móti menniskjabørnunum,
32 hálova Honum, har sum fólkið kemur saman, og prísa Honum, har sum hinir elstu sita.
33 Hann gjørdi áir til oyðimørk og keldur til oyðið land,
34 fruktbart land til saltheiði, fyri óndskap teirra, sum har búðu.
35 Hann gjørdi oyðimørk til tjarnir, hitt turra landið til keldur;
36 har læt Hann hini svongu búgva; tey bygdu bý, sum tey fingu búð í;
37 tey sáaðu akrar og plantaðu víngarðar, og tey fingu grøði at heysta.
38 Hann signaði tey, so tey nørdust stórliga, og Hann læt ikki tróta teimum fæ.
39 So fækkaðust tey aftur og vórðu boygd niður av trongd, vanlukku og sorg;
40 Hann hellir út vanvirðing yvir høvdingar og letur teir villast í vegleysari oyðimørk.
41 Men Hann lyftir hin fátæka upp úr vesældóminum og letur ættirnar nørast sum seyðafylgi.
42 Hini sannhjartaðu síggja tað og gleðast, men allur óndskapur letur munnin saman.
43 - Tann, ið vísur er, hann gevi hesum gætur og leggi sær á hjarta náðiverk HARRANS!