Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 103
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Eftir Dávid. Lova HARRANUM, sál mín, og alt, sum í mær er, lovi heilaga navni Hansara!
2 Lova HARRANUM, sál mín, og gloym ikki allar vælgerðir Hansara!
3 Hann er jú tann, ið fyrigevur allar misgerðir tínar og grøðir allar sjúkur tínar,
4 sum loysir lív títt frá grøvini og krýnir teg við náði og miskunn,
5 sum mettar sál tína við tí, ið gott er, so tú yngist upp aftur sum ørnin.
6 HARRIN ger rættvísi og rætt móti øllum kúgaðum.
7 Hann læt Móses vita vegir Sínar, børn Ísraels verk Síni.
8 Miskunnsamur og náðigur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í mildleika.
9 Hann heldur ikki við at hava nakað ímóti einum, og Hann goymir ikki til ævigar tíðir vreiði.
10 Hann ger ikki við okkum eftir syndum okkara og lønir okkum ikki eftir misgerðum okkara.
11 Nei, sum himmalin er høgt yvir jørðini, er náði Hansara stór yvir teimum, ið óttast Hann.
12 So langt sum eystrið er frá vestri, letur Hann syndir okkara vera langt frá okkum.
13 Sum faðir ger miskunn móti børnum sínum, so ger HARRIN miskunn móti teimum, ið óttast Hann.
14 Tí Hann veit, hvørjir skapningar vit eru, Hann minnist, at vit eru dust.
15 Sum grasið eru dagar mansins; sum blóman á markini, so blómar hann.
16 Táið vindurin blæsur á hann, er hann ikki til longur, og stað hansara veit einki um hann longur.
17 Men náði HARRANS varir frá ævunum til ævirnar yvir teimum, ið óttast Hann, og rættferð Hansara røkkur líka til barnabørn
18 - móti teimum, ið halda sáttmála Hansara og minnast boð Hansara, so tey gera eftir teimum.
19 HARRIN hevur reist hásæti Sítt í Himli, og alt er lagt undir ríki Hansara.
20 Lovið HARRANUM, tit einglar Hansara, tit veldigu í mátti, sum gera tað, ið Hann býður, við tað sama sum tit hoyra ljóðið av orði Hansara!
21 Lovið HARRANUM, allir herskarar Hansara, tit tænarar Hansara, sum fullføra vilja Hansara!
22 Lovið HARRANUM, øll verk Hansara, allastaðni har sum Hann ræður! - Sál mín, lova HARRANUM!