Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 38
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Sálmur. Eftir Dávid. Til áminningar.
2 HARRI, revsa meg ikki í vreiði Tíni, tykta meg ikki, meðan Tú ert illur!
3 Tí pílar Tínir sita í mær, hond Tín liggur tung á mær.
4 Vreiði Tín voldir, at einki á kroppi mínum er frískt, synd mín voldir, at eingin hvíld er í beinum mínum.
5 Misgerðir mínar ganga mær yvir høvdið, sum tung byrði, ið er mær ov svár.
6 Sár míni stinka; dárskapur mín ger, at tey rotna.
7 Eg gangi krýkin, heilt niðurboygdur; allan dagin gangi eg og syrgi.
8 Tí lendar mínar eru fullar av bruna, einki á kroppi mínum er frískt.
9 Eg eri máttleysur og heilt sundursoraður, eg gevi meg av hjartaófriði.
10 Harri, Tú kennir alla tráan mína, suff mítt er ikki Tær loynt!
11 Hjarta mítt bankar hart, kraft mín hevur svikið, ja, um tað so eru eygu míni, so hava tey mist ljós sítt.
12 Vinir og frændur mínir halda seg langt burtur frá plágu míni, næstingar mínir standa langt burtur;
13 og teir, ið liggja mær eftir lívinum, seta snerrur; teir, ið søkja vanlukku mína, leggja ráð um undirgang; um svik hugsa teir allan dagin.
14 Men eg eri sum deyvur, eg hoyri einki, og sum stummur, ið ikki letur upp munnin;
15 ja, eg eri sum maður, ið ikki hoyrir, og sum ikki hevur aftursvar í munninum.
16 Tí til Tín, HARRI, stendur vón mín; Tú skalt svara, Harri Gud mín!
17 Tí eg sigi: Annars fara teir at gleðast yvir mær, hugmóða sær av, at eg vingli á fótunum.
18 Tí eg eri tætt við at falla, og plága mín er altíð fyri mær.
19 Fyri Tær játti eg misgerð mína, eg syrgi um synd mína.
20 Og fíggindar mínir liva og eru mannsterkir; mangir eru teir, ið hata meg uttan grund,
21 sum løna mær gott við illum, standa mær ímóti, fyri tað at eg stevni eftir tí, sum gott er.
22 HARRI, far ikki frá mær, Gud mín, ver ikki langt burtur frá mær,
23 ver skjótur og kom mær til hjálpar, Harri, frelsa mín!