Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 9
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Til songmeistaran. Eftir mutlabbén. Sálmur. Eftir Dávid.
2 Eg skal takka HARRANUM av øllum hjarta mínum, kunngera øll undur Tíni,
3 gleðast og frøast í Tær, lovsyngja navni Tínum, Tú hin hægsti
4 - tí fíggindar mínir víkja, falla og ganga til grundar fyri ásjón Tíni.
5 Ja, Tú hjálpti mær til rætt og dóm, Tú setti Teg í hásætið sum rættvísur dómari!
6 Tú straffaði heidningarnar, forkomst hinum gudleysu, navn teirra strikaði Tú út í allar ævir.
7 Burtur er fíggindin, oyddur í allar ævir, býirnar hevur Tú brotið á grund - eingin minnist teir longur!
8 Og HARRIN situr í hásæti allar ævir, Hann reisti hásæti Sítt til dóms;
9 Hann dømir jarðarríki við rættvísi, fellir dóm yvir fólkasløg við rætti.
10 HARRIN er hinum kúgaða ein borg, ein borg á neyðartíðum.
11 Tey líta á Teg, tey, sum kenna navn Títt; tí Tú hevur ikki svikið tey, ið søkja Teg, HARRI!
12 Lovsyngið HARRANUM, sum býr á Zion, kunngerið millum fólkini tað, ið Hann hevur gjørt!
13 Tí Hann, sum hevnir blóð, minnist hini ørmu, Hann gloymir ikki róp teirra.
14 Ver mær náðigur, HARRI, hygg tað, ið eg má líða av teimum, ið hata meg, Tú, sum lyftir mær upp frá portrum deyðans,
15 fyri at eg skal kunngera alt prís Títt í portrum dóttur Zions, rópa av gleði um frelsu Tína.
16 Heidningarnir sukku í grøvina, teir gróvu, fótur teirra kom fastur í garnið, teir settu!
17 HARRIN varð opinberur, Hann helt dóm; Hann letur hin gudleysa verða fastan í hansara egna handaverki. - Higgajon. Sela.
18 Í deyðaríkið fara hini gudleysu niður, allir heidningar, ið gloyma Gud.
19 Tí ikki skal hin fátæki allar dagar verða gloymdur, ikki skal vón hinna eyðmjúku í allar ævir verða til einkis.
20 Reis Teg, HARRI, lat ikki menniskju verða við yvirlutan, lat heidningarnar verða dømdar fyri ásjón Tíni!
21 Slá teir við ræðslu, HARRI, lat heidningarnar sanna, at teir eru menniskju! - Sela.