Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 35
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Eftir Dávid. HARRI, træt við teir, ið træta við meg, barst við teir, ið berjast við meg!
2 Tak skjøld og verju og reis Teg at hjálpa mær!
3 Tak til spjót og øks, og forða teimum, ið halda eftir mær! Sig við sál mína: "Eg eri frelsa tín!"
4 Ger teir snópnar og til skammar, sum liggja mær eftir lívinum, lat teir við skomm halda undan, teir, ið ætla mær ilt,
5 lat teir verða sum dumbu fyri vindinum, og eingil HARRANS reki teir burt,
6 lat veg teirra verða myrkan og hálan, og eingil HARRANS elti teir!
7 Tí uttan grund hava teir loyniliga lagt net sítt fyri meg, uttan grund hava teir grivið sál míni grøv.
8 Lat undirgang óvart koma á hann, lat hann sjálvan koma fastan í netið, sum hann legði, lat hann sjálvan falla í grøvina!
9 Tá skal sál mín gleðast í HARRANUM, frøast í frelsu Hansara;
10 øll bein míni skulu siga: "HARRI, hvør er sum Tú, Tú, sum frelsir hin arma frá honum, ið er honum ov sterkur, hin arma og fátæka frá ránsmanninum!"
11 Órættvís vitni stíga fram, tey spyrja meg um tað, sum eg ikki veit;
12 tey løna mær ilt fyri gott; sál mín er vinaleys.
13 - Og eg, sum læt meg í syrgibúna, táið tey vóru sjúk, plágaði sál mína við føstu, bað við boygdum høvdi!
14 Sum tað hevði verið vinur mín, bróðir mín, so gekk eg; eg gekk, sum eg hevði syrgt móður mína, tyngdur av sorg.
15 Men nú ið eg eri um at falla, nú gleðast tey, flokka seg saman; ja, útskot, ið eru mær ókunnig, flokkast um meg og háða meg uttan íhald!
16 Hesi skammleysu, ið spotta fyri breyðbita, bíta á kampi móti mær.
17 Harri, hvussu leingi ætlar Tú at hyggja at? Bjarga sál míni undan herverki teirra, míni einastu frá hinum ungu leyvum!
18 Tá skal eg takka Tær í stórari samkomu, lova Tær í miklari mannfjøld.
19 Lat ikki teir sleppa at gleðast yvir mær, sum uttan grund eru fíggindar mínir, lat ikki teir sleppa at blunka við eyganum, sum hata meg uttan grund!
20 Tí tað er ikki frið, teir tala, nei, svik upphugsa teir móti hinum stillu í landinum;
21 teir lata munnin vítt upp móti mær, teir siga: "Há há! Nú fingu vit at síggja!"
22 Tú sært tað, HARRI - tig ikki! Harri, ver ikki langt burtur frá mær!
23 Reis Teg, vakna upp at fáa mær rætt, at flyta mál mítt, Gud og Harri mín!
24 Fá mær rætt eftir rættvísi Tíni, HARRI Gud mín, og lat teir ikki gleðast yvir mær!
25 Lat teir ikki siga í hjartanum: "Tað var rætt! Sum vit vildu!" Lat teir ikki siga: "Vit gloyptu honum!"
26 Lat teir standa við skomm og kinnroða, allar, ið gleðast um vanlukku mína, lat teir verða klæddar í spott og spæ, sum gera seg stórar yvir mær!
27 Men teir, ið unna mær rætt mín, lat teir rópa av gleði og frøast, lat teir altíð fáa sagt: "Lovaður veri HARRIN, sum unnir tænara Sínum frið!"
28 Tá skal tunga mín syngja um rættferð Tína, prís Títt líðilangan dagin!