Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 144
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Eftir Dávid. Lovaður veri HARRIN, klettur mín, sum lærir upp armar mínar til stríð, fingrar mínar til bardaga,
2 miskunn mín og borg mín, vernd mín, frelsari mín, skjøldur mín og tann, ið eg søki mær skjól hjá, Hann, ið leggur fólkasløg undir meg!
3 HARRI, hvat er menniskjað, at Tú kennist við tað, menniskjabarnið, at Tú hugsar um tað!
4 Menniskjað er sum andablástur, dagar hansara eru sum hvørvandi skuggi.
5 HARRI, lækka Himmal Tín og kom niður, nem við fjøllini, so tey rúka,
6 lat snarljósið skyggja og spjað fíggindarnar, send pílar Tínar og ræð teir,
7 rætt hond Tína av hæddini, fría meg og frels meg úr stórum vøtnum, av hond útlendinganna,
8 sum tala svik við munninum, og hvørja høgra hond er lygihond!
9 Gud, nýggjan song skal eg syngja Tær, lovsyngja Tær við tíggjustreingjahørpu,
10 Tú, sum gevur kongum sigur og frelsir tænara Tín Dávid undan hinum ónda svørði.
11 Fría meg og frels meg av hond útlendinganna, sum tala svik við munninum, og hvørja høgra hond er lygihond
12 - so synir okkara kunnu verða sum hávaksnar plantur í ungdóminum, døtur okkara sum hornsúlur, høgdar sum til høll,
13 so úthús okkara kunnu vera full og geva av øllum sløgum, smáfæ okkara lemba í túsundtali, ja, í tíggjutúsundtali, á markum okkara,
14 so kýr okkara kunnu hava kálv, og eingin skaði skal vera, einki tap, og einki sorgarróp á gøtum okkara!
15 - Sælt er fólkið, ið so er statt, sælt er fólkið, ið hevur HARRAN til Gud!