Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 24
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Eftir Dávid. Sálmur. HARRANUM hoyrir jørðin til, og alt tað, ið henni er á, jarðarríki og tey, ið har búgva.
2 Tí Hann hevur grundað hana á høvini og grundfest hana á streymandi vatn.
3 Hvør skal fara niðan á fjall HARRANS, hvør skal standa á heilaga staði Hansara?
4 Tann, ið hevur ódálkaðar hendur og reint hjarta, sum ikki vendir sál síni til lygn og ikki ger falskan eið.
5 Hann skal njóta signing frá HARRANUM og rættvísi frá Gudi frelsu sínar.
6 Hetta er ætt teirra, sum spyrja eftir Honum, tey, ið søkja ásjón Tína, Gud Jákups! - Sela.
7 Tit portur, lyftið høvdum tykkara, lyftið tykkum, tit ævigu dyr, so kongur dýrdarinnar fær komið inn!
8 Hvør er hesin kongur dýrdarinnar? - HARRIN, sterkur og veldigur, HARRIN, veldigur í stríði!
9 Tit portur, lyftið høvdum tykkara, lyftið tykkum, tit ævigu dyr, so kongur dýrdarinnar fær komið inn!
10 Hvør er Hann, hesin kongur dýrdarinnar? HARRIN Gud herskaranna, Hann er kongur dýrdarinnar! - Sela.