Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 63
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Sálmur. Eftir Dávid. Táið hann var í Judaoyðimørk.
2 Gud, Tú ert Gud mín, eg søki Teg árla, sál mín tystir eftir Tær, holdi mínum leingist eftir Tær í turrum landi, sum liggur máttleyst, uttan vatn!
3 Soleiðis havi eg hugt eftir Tær í halgidóminum fyri at síggja veldi Títt og dýrd Tína.
4 Tí náði Tín er betri enn lívið; varrar mínar prísa Tær.
5 Soleiðis skal eg lova Tær, so leingi sum eg livi, í navni Tínum skal eg lyfta upp hendur mínar.
6 Sum av mergi og fiti skal sál mín verða mett, og við lovsyngjandi vørrum skal muður mín prísa Tær.
7 Táið eg minnist Teg á legu míni, hugsi eg um Teg á náttarvøkunum.
8 Tí Tú hevur verið hjálp mín, og í veingjaskugga Tínum rópi eg av gleði.
9 Sál mín heldur sær fast við Teg, høgra hond Tín heldur mær uppi.
10 Og teir, ið liggja mær eftir lívinum og ætla at gera enda á tí, skulu koma í niðasta dýpi jarðarinnar.
11 Teir skulu verða seldir svørðsegg, verða sjakalum rán.
12 Men kongurin skal gleðast í Gudi; hvør tann, ið svør um hann, skal prísa seg lukkuligan, tí lygnarar skulu verða teptir.