Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 118
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Takkið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!
2 Tað sigi Ísrael, tí náði Hansara varir í allar ævir!
3 Tað sigi hús Árons, tí náði Hansara varir í allar ævir!
4 Tað sigi tey, ið óttast HARRAN, tí náði Hansara varir í allar ævir!
5 Út úr trongdini kallaði eg á HARRAN; HARRIN svaraði mær og leiddi meg út á rúmt land.
6 HARRIN er við mær, eg óttist ikki; hvat kann maður fáa gjørt mær!
7 HARRIN, Hann er hjálpari mín; eg skal við gleði skoða teir, ið hata meg.
8 Betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á menniskju;
9 betri er at søkja sær skjól hjá HARRANUM enn at líta á høvdingar.
10 Allir heidningar kringseta meg; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður;
11 teir eru rundan um meg, ja, teir kringseta meg; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður;
12 sum býflugur eru teir rundan um meg, men teir sløkna sum eldur í tornum; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður.
13 Hart varð eg raktur, fyri at eg skuldi falla; men HARRIN hjálpti mær.
14 Styrki og lovsongur mín er HARRIN, og Hann varð mær til frelsu.
15 Fagnaðar- og sigursróp hoyrast í tjøldum hinna rættvísu; høgra hond HARRANS ger stórverk.
16 Høgra hond HARRANS setur høgt, høgra hond HARRANS ger stórverk.
17 Eg skal ikki doyggja, men liva og bera boð um verk HARRANS.
18 Hart tyktaði HARRIN meg, men til deyðan gav Hann meg ikki upp.
19 Latið mær upp rættvísiportur! Eg fari inn um tey og takki HARRANUM.
20 Hetta er portur HARRANS; rættvís fara inn um tað.
21 Eg takki Tær, tí Tú svaraði mær og vart mær til frelsu.
22 Steinurin, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, er vorðin hornsteinur.
23 Frá HARRANUM er hetta komið, tað er undurfult í eygum okkara.
24 Hesin er dagurin, ið HARRIN hevur gjørt; latið okkum fegnast og gleðast á honum!
25 Á HARRI, frels! Á HARRI, lat tað eydnast!
26 - Signaður veri Hann, sum kemur, í navni HARRANS! Vit signa tykkum úr húsi HARRANS.
27 HARRIN er Gud, og Hann læt verða ljóst hjá okkum. Bindið hátíðarofrið í togum líka inn at altarhornunum!
28 Tú ert Gud mín - eg takki Tær; Gud mín - eg geri Teg stóran!
29 Takkið HARRANUM, tí Hann er góður, náði Hansara varir í allar ævir!