Leita í Bíbliuni
Víðkað leiting        Leitihjálp





       Nýggja Testamenti        Gamla Testamenti
Gamla Testamenti
Sálmarnir
Kapittul 116
1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23 24 25 26 27 28 29 30 31 32
33 34 35 36 37 38 39 40 41 42 43 44 45 46 47 48
49 50 51 52 53 54 55 56 57 58 59 60 61 62 63 64
65 66 67 68 69 70 71 72 73 74 75 76 77 78 79 80
81 82 83 84 85 86 87 88 89 90 91 92 93 94 95 96
97 98 99 100 101 102 103 104 105 106 107 108 109 110 111 112
113 114 115 116 117 118 119 120 121 122 123 124 125 126 127 128
129 130 131 132 133 134 135 136 137 138 139 140 141 142 143 144
145 146 147 148 149 150
1 Eg elski HARRAN, tí Hann hoyrir rødd mína og bønir mínar.
2 Ja, Hann hevur boygt oyrað til mín, og alla tíð mína skal eg ákalla Hann.
3 Bond deyðans vóru um meg, angist deyðaríkisins hevði gripið meg, í trongd og neyð var eg staddur.
4 Men eg kallaði á navn HARRANS: "Á HARRI, bjarga sál míni!"
5 - Náðigur og rættvísur er HARRIN, miskunnsamur er Gud okkara.
6 HARRIN varðar einføld; eg var hjálparleysur, men Hann frelsti meg.
7 Sál mín, verð rólig aftur, tí HARRIN hevur gjørt væl við teg!
8 Ja, Tú fríaði sál mína frá deyðanum, eyga mítt frá gráti, fót mín frá falli;
9 eg skal ganga fyri ásjón HARRANS í landi teirra, sum liva.
10 Eg trúði, tí talaði eg; eg var ógvuliga niðurboygdur;
11 í angist míni segði eg: "Hvørt menniskja er lygnari!"
12 Við hvørjum skal eg løna HARRANUM allar vælgerðir Hansara móti mær?
13 Frelsubikarið skal eg lyfta upp og ákalla navn HARRANS.
14 Lyfti míni skal eg halda HARRANUM, ja, so alt fólk Hansara sær.
15 Dýrt er tað í eygum HARRANS, táið hini heiløgu Hansara doyggja.
16 Á HARRI, eg eri jú tænari Tín, eg eri tænari Tín, sonur tænastukvinnu Tína - Tú hevur loyst bond míni!
17 Tær ofri eg takkoffur og ákalli navn HARRANS;
18 lyfti míni skal eg halda HARRANUM, ja, so alt fólk Hansara sær,
19 í forgørðum húss HARRANS, mitt í tær, Jerúsalem. - Halleluja!